Dekkverkstaður

Dekkverkstaðurin hjá Berg Motors er ein av teimum best útgjørdu av sínum slagi í landinum.

Verkstaðurin er gjørdur við tí fyri eyga at geva kundum okkara best møguliga tænastu. Øll tólini á verkstaðnum eru av nýggjasta og mest framkomna slagi. Maskinur til sporing, dekkskift og balansering umframt útgerð til umvæling av dekkskaðum. Sporingin hevur stóran týdning fyri, hvussu leingi dekkini á bilum halda. Um sporingin ikki er í lagi og dekkini slítast skeivt, halda tey munandi styttri.

Við framkomnari sporiútgerð átaka vit okkum allar sporiuppgávur umframt 4-hjólsútmáting í sambandi við tryggingarskaðar o.t. Fyri komfortin á bilinum hava sporing og balansering alstóran týdning.