Eykalutir

Landsins størsta eykalutagoymsla

Berg Motors hava traditión fyri at hava eina væl skipaða eykalutagoymslu við stórum vøruúrvali av øllum eykalutum til síni bilmerkir: Mazda, Suzuki, Kia, Subaru, Rover, Land Rover, Daihatsu og Scania.

Eykalutagoymslan er ein trygd hjá teimum, sum koyra við bilum frá Berg Motors. So gott sum alt er á goymslu. Líkamikið hvat hendir, so hava vit eykalutirnar ella útvega teir sum skjótast. Tað setur eisini stór krøv at ein stórur partur av kundum okkara eru vinnukundar.

Um tú hevur onkran fyrispurning ella bílegging, ber til at fylla út høgru megin og senda inn, Vit svara so aftur skjótast tilber.


Eykalutagoymslan er umleið 1.000 fermetrar til støddar.