KIA

Millum heimsins fremstu bilaframleiðarar 

Kia Motors hava bygt sína egnu bilverksmiðju í Evropa og floyma nú yvir evropeiska marknaðin við rúkandi ferð. Talan er um eina bilverksmiðju, sum hevur stórar ætlanir í Evropa.

Nøvnini á koreansku bilunum hava ofta ein serligan týdning. Kia merkir ”stígur upp úr Asia”. Hetta er sanniliga í tráð við tann vøkstur, sum hevur verið Kia fyri gjøgnum hesi seinastu árini. Kia verksmiðjan í Suðurkorea byrjaði í 1944 við framleiðslu til súkkluídnaðin.

Tvey ár seinni fóru teir undir beinleiðis framleiðslu av súkklum, og í 1961 byrjaði framleiðslan av motorsúkklum. Fyrsti bilurin teir framleiddu var ein lítil lastbilur við trimum hjólum og 360 ccm motori. Hetta var í 1962, og í 1971 kom Kia Titan, sum varð teirra fyrsti lastbilur við fýra hjólum.

Í 1974 varð fyrsti Kia persónbilurin framleiddur, Kia Brisa, sum í veruleikanum var ein Mazda 1300. Seinni komu aðrir persónbilar, sum vórðu gjørdir í samstarvi við ymiskar bilverksmiðjur. Kia hava síðan framleitt fleiri ymiskar bilar, bæði persónbilar, vørubilar, minibussar og smáar lastbilar. Millum hesar vóru t.d. Kiamaster, sum Berg Motors eisini seldu í í Føroyum í 80-unum.

Í samstarvi við Ford og Mazda fóru Kia í 1985 undir at framleiða persónbilin Kia Pride, sum varð seldur í Japan og Evropa. Samstarvið við hesar verksmiðjur var í fleiri ár, og nógv ymisk Kia modell komu á marknaðin. I 1993 komu Kia á evropeiska marknaðin Kia Sportage, sum var gjørdur í samstarvi við týsku Karmann verksmiðjuna.

Í 1998 var Kia verksmiðjan løgd saman við Hyundai Motor Company. Eftir tað komu fleiri nýggjheitir frá Kia Motors sum t.d. Kia Shuma og Clarus á marknaðin. I dag er Kia Motors millum heimsins fremstu bilaframleiðarar.

Teir hava fingið sína egnu bilverksmiðju í Evropa, sum er ein tann mest framkomna í øllum heiminum, og í 2007 tóku teir allan bilaídnaðin á bóli við at geva heilt upp til 7-ára garanti upp á sínar bilar. Málsetningurin hjá Kia Motors er heilt greiður. Teir skulu verða millum heimsins størstu bilframleiðararnar. 

Bilmodellini hjá Kia Motors á evropeiska marknaðinum eru: