Klárgerðingsverkstaður

Klárgeringin er ein trygd fyri kundan

Berg Motors hava eina deild burturav til klárgering av nýggjum og brúktum bilum. Klárgering av bilum hevur stóran týdning og er ein trygd fyri kundan. At alt er væl frágingið og allar funktiónir í bilinum virka sum tær skulu.

Tá nýggir bilar koma til landið, eru teir klárgjørdir frá útflytaranum sum ein flutningsvøra, t.d. er í meira lagi av luft í dekkunum, el-sikringar eru tiknar úr, og uttan eru teir innsmurdir fyri at verja lakkið. Tí hava vit eina deild, sum burturav tekur sær av at klárgera nýggjar og brúktar bilar umframt Avis leigubilarnar.