Lastvognaverkstaður

Scania verkstaður á høgum støði

At hava fleiri hundrað Scania lastbilar og bussar koyrandi á føroysku vegunum setur stór krøv til okkum sum fyritøka. Talan er um arbeiðstól, sum krevja góða tænastu. Hvør tími kostar nógvar pengar hjá kundunum. Tað er av stórum týdningi, at bilurin stendur minst møguligt á verkstaði.

Vit hava tí ein sera væl útgjørdan Scania-verkstað við allari tí útgerð, sum Scania krevur av sínum umboðum í øllum londum kring heimin. Við røskum starvsfólkum við hollari vitan og allari mekaniskari og tøkniligari úrgerð kunnu vit bjóða eina góða tænastu til okkara vinnukundar.