Plátuverkstaður

Vælkomin til plátu- og lakkverkstaðin hjá Berg Motors

Tá óhappið er hent er gott at fáa professionella hjálp. Her umvæla vit størri og smærri skaðar á øllum bilmerkjum, við framkomnum amboðum. Vit hava t.d. upprættarabeinkir og mátiútgerð sum tryggjar at bilurin er í sama standi, sum áðrenn hann varð skaddur.

Alt arbeiði verður gjørt av royndum fakfólki. Vit sýna eisini skaðar og eru altíð til reiðar við einum góðum tilboði. Ímeðan bilurin verður umvældur, ber til at leiga annan bil. Hoyr nærri um hetta á verkstaðnum.