Samband

BERG MOTORS

Staravegur 1-3 
Postboks 1039 
110 Tórshavn

Tel: 31 35 35 
Fax: 31 77 35 
info@bergmotors.fo

Opið:

mánadag til fríggjadag kl. 8 til 17

Subaru

Subaru – frá flogførum til bilar

Subaru hava framleitt bilar síðan 1954, men verksmiðjan hevur røtur heilt aftur til tíðliga í 20. øld, tá hon byrjaði sum flogverksmiðja. Subaru eru kendir sum bilar uttan sjúkradagar og fyri at vera álítandi og slitsterkir.

Søgan hjá Subaru byrjar í 1917 tá japanarin, Chikuhei Nakajima, stovnar sína egnu fyritøku, sum eftir nøkrum árum bleiv størsta flogverksmiðja í Japan. Í 1946 fóru teir undir framleiðslu av akførum og byrjaðu við skutarum. Í 1953 bleiv Fuji Heavy Industries stovnað. FHI var eitt samtak av seks ymiskum fyritøkum, sum allar høvdu tað til felags at tær framleiddu flutningstól.

Búmerkið hjá Subaru hevur seks stjørnur, sum hvør umboðar eina av hesum fyritøkum. Í dag eru tað bert Subaru bilarnir, sum brúka hetta búmerkið. Fyrsti Subaru bilurin bleiv alment sýndur fram í februar 1954, hetta var ein Subaru P1. Í 1958 kom tann væl umtókti og nógv seldi Subaru 360 á marknaðin, sum bleiv framleiddur heilt fram til 1970. 

Subaru leggja seg ikki so nógv eftir at vera sum aðrir bilar. Teir satsa upp á sínar egnu dygdir sum t.d. boxermotorar og fýrahjólsdrift, samstundis sum teir eru kendir fyri sínar dygdir sum álítandi og slitsterkir bilar.

Í eini kanning hjá Auto Index 2007 í Svøríki varð Subaru tann bilurin, sum bileigarar eru best nøgdir við. Síðan 1972 hava teir spesialiserað seg í fýrahjólsdrivnum bilum. Teir hava klárað seg væl og fingið fleiri heiðursmerki í altjóða rallykoyring. 

Subaru fást í hesum modellum: