Samband

BERG MOTORS

Staravegur 1-3 
Postboks 1039 
110 Tórshavn

Tel: 31 35 35 
Fax: 31 77 35 
info@bergmotors.fo

Opið:

mánadag til fríggjadag kl. 8 til 17

Suzuki

Við Suzuki á odda 

Tað er ikki uttan orsøk at Suzuki hava lagt seg á odda, sum eitt av mest seldu bilmerkum í Føroyum. Suzuki hava eina breiða skrá við nógvum ymiskum modellum frá minibilinum Swift til Grand Vitara, sum fæst við nógvari útgerð. 

Felags fyri allar Suzuki er, at teir eru væl virkandi bilar, sum eru sera bíligir í mun til sína stødd, soleiðis at eigarin altíð fær ein góðan bil fyri pengarnar, og ein bil sum eisini er bíligur í viðlíkahaldi. Suzuki fyritøkan varð stovnað í Japan í 1909 av Michio Suzuki, sum framleiddi sera framkomnar vevimaskinur til klædnaídnaðin.

Nógv ár seinni fóru teir at framleiða motorsúkklur, og í 1955 koyrdu fyrstu Suzuki bilarnir av verksmiðjuni. Talan var um lættar bilar, sum vóru bíligir og sera væl egnaðir til koyring í stóru býunum. Síðan fóru teir eisini at framleiða smáar jeepar, sum teir eru vorðnir so kendir fyri. Um aldarskiftið høvdu Suzuki framleitt yvir 30 milliónir bilar tilsamans, og framleiðslan økist fyri hvørt ár.

Suzuki verða framleiddir fleiri staðir í heiminum og eisini í Evropa. Tað er ikki einans her hjá okkum, at Suzuki er ein góð søluvøra. Teir hava í fleiri ár verið mest seldi 4x4 í Danmark. Í dag eru Suzuki millum mest seldu bilar í fleiri londum, og her hjá okkum hevur Suzuki mangan ligið á odda sum mest selda bilmerki. Suzuki er eisini ein av heimsins størstu motorsúkkluframleiðarum.

Suzuki hava eitt breitt program við bilmodellunum: