Opel Mokka-e
Áhugaverd úr øllum sjónarhornum. Frá hvørjari linju og smálut til tey ultratynnu LED®-afturljósini
Prísur úr
379.990 kr
Prísur upplýstur við mvg. Upp til 52.500kr mvg verður endurgoldið av TAKS.
Langt røkki og trygd í serflokki


Áhugaverd úr øllum sjónarhornum. Frá hvørjari linju og smálut til tey ultratynnu LED®-afturljósini
Prísur úr
Prísur upplýstur við mvg. Upp til 52.500kr mvg verður endurgoldið av TAKS.
Langt røkki og trygd í serflokki
Við koyristillingunum Sport, Eco og Normal kanst tú laga Mokka Electric til júst tín koyristil. Hvør einstøk stilling er serlig viðvíkjandi gearing, pedalbrúki, servostýring og køliskipanum. Sport-stillingin økir um koyridynamikkin, Eco-stillingin gevur tær meira orkuvinarliga koyring, og Normal-stillingin er ein samanseting av hinum báðum.
Stílurin verður lyftur upp á eitt enn hægri stig við eyðkendu aluminiumfelgunum í 16″, 17″ ella 18″¹. Og Mokka Electric sær eins imponerandi út, sum hann koyrir. ¹ Treytast av útgerðarnivá.
Mokka Electric er áhugaverdur úr øllum sjónarhornum. Frá hvørjari linju og smálut til tey ultratynnu LED®-afturljósini verður eitt dynamiskt snið sameint við nýmótans og framkomna funktiónalitet.
Løða skjótt, lætt og smidliga – heimanífrá ella frá almennari løðingarstøð. Løðingartíðin undir bestu treytum við skund-/lynløðing frá 0–80% er 30 minuttir við hægstu løðingarevni á 100 kW¹. Fá fulla nyttu burturúr fleksiblu løðingarmøguleikunum hjá Mokka Electric.
Við einum adaptivum fartpiloti nýtist tær ikki at geva avkall á trygdina fyri at njóta eina behagiliga og avslappandi koyritúr. Skipanin skjótar upp og bremsar sjálvvirkandi fyri at tryggja, at frástøðan til bilin frammanfyri altíð verður hildin.
Fá eina fullkomna parkering at síggja lætta út. Nútímans parkeringshjálparin hjá Mokka Electric¹ stýrir rattinum og leiðir teg á pláss, meðan tú bert skalt stýra bremsu og spenni. Skipanin hjálpir tær at finna parkering og sigur frá, um plássið er stórt nokk. Eftir parkering hjálpir hon eisini við at fáa teg trygt út á vegin aftur. ¹ Treytast av útgerðarnivá.
Tann sofistikeraði, einfaldi og krystallklári Opel Pure Panel á 12″¹ gevur tær alla ta upplýsing, tú hevur tørv á. Allar óneyðugar upplýsingar og sjónliga órógvandi element eru tikin burtur, so tú fært eina heilt einfalda og greiða uppliving. ¹ Treytast av útgerðarnivá.
Panorama bakkameraið¹ gevur tær ein 180° sjónarring aftureftir, skrásetur og framhevur lutir í nánd og letur teg síggja ferðslu, sum kemur frá síðunum. ¹ Treytast av útgerðarnivá.
Vilt tú vita meira um bilin
ella vilt tú bíleggja eina
royndarkoyring ?
31 35 35
[email protected]
Onki starvsfólk funnið.
Sølu- og marknaðarleiðari
Sølufólk