Peugeot e-Partner

Optimerað i-Cockpit

Peugeot i-Cockpit® í nýggju Partner er nú fullt útbygt við einum smidligum multifunktiónsstýri, 10″ touchskíggja og 100% digitalum instrumentborði. Á brúkaravinarliga skíggjanum sært tú allar týdningarmestu upplýsingarnar, so tú sleppur undan at hyggja burtur frá vegnum, meðan tú koyrir.

10" HD touchskíggi

Við stóra 10” touchskíggjan stýrir tú bæði ljóðskipan, TomTom 3D-navigatión, infotainmentskipan og Peugeot i-Connect Advanced. Við røddarstýring kanst tú brúka tær týdningarmestu funktiónirnar – á tínum egna máli. Og við USB-stikki tryggjar tú, at fartelefonin altíð er lødd.

Smidligt rúm

Peugeot Partner er kompaktur, nærlagdur og fæst í tveimum støddum: STANDARD við longd upp á 4,40 m og við upp til 3 setrum – ella LONG, sum er 4,75 m langur. Lastlongdin er upp til 4,4 m, lastførið upp til 1.000 kg og dráttarmegi upp til 750 kg. Tú kanst fáa hann innrættaðan við upp til 3 setrum, einari skriviplátu og einari lúku til serliga langa last.

Betraðar hjálparskipanir

Peugeot Partner er útgjørdur við øllum nýggjastu hjálparskipanunum. Harímillum ACC adaptivan ferðarpilot, sum tryggjar, at tú altíð heldur eina trygga frástøðu til bilin frammanfyri. Dynamic Surround Vision-skipanin letur teg síggja blindvinklar og sendir myndir beint á stóra 9,6” HD-skíggjan, sum tekur yvir fyri vanliga innara bakspegilin.

Bilasøla

Vilt tú vita meira um bilin
ella vilt tú bíleggja eina
royndarkoyring ?

31 35 35
[email protected]

Hallur Onghamar

Hallur Onghamar

Sølu- og marknaðarleiðari

Heini V. Olsen

Heini V. Olsen

Sølufólk