Solterra hevur Subaru Symmetrical AWD fýrahjólstrekkinum, sum standard, og hetta gevur framúr støðufesti, vegtak og tryggleika á øllum undirløgum og í øllum koyristøðum.
Prísur úr
559.990 kr.
Prísur upplýstur við mvg. Upp til 35.000 kr. verða endurrindaðar av TAKS.
Subaru Solterra samansjóðar snildari tøkni, komfort og trygd.
Solterra skilur seg frá øðrum við 21 cm fríhægd og kjarnustyrkini hjá Subaru: tað varðandi fýrahjólstrekkið.
Full kontroll
Cockpit-uppsetingin í Solterra speglar grundhugskotini hjá Subaru: sjónligheit, einfaldari og brúkaravinarliga nýtslu.
Løðing
Lang røkkivirki og samsvar við skjótladdarar í øllum økjum gera Solterra sera brúkaravinarliga. Við eini 150 kW DC-løðistøð kann battaríið ladast upp til 80 % á 30 minuttum. Tað ber eisini til at kanna støðuna á løðingini og fjarstýra ymiskar funktiónir gjøgnum fartelefonina.
Trygt eigaraskap
Solterra er bygd til at tæna leingi og álítandi. Sum eyka trygd garantera vit, at drívbattaríið hevur minst 70 % av orkuførinum eftir 8 ár ella 160.000 km.
Bygdur til ævintýr
Ein Subaru er praktiskur bæði í gerandisdegnum og frítíðini.
Traditionell Subaru-góðska
Ein long akslafrástøða, høg fríhægd og sjónliga lágt tyngdarpunkt endurspegla rúmliga innrættingin hjá Solterra, álítandi framkomuligheitina og trygdu koyrieginleikarnar.
Trygt førarasetur
Instrumenteringin er sett langt frammi og hevur eitt V-lagað uppsett, sum ger týdningarmiklu upplýsingarnar lættar og natúrligar hjá føraranum at lesa.
Bilasøla
Vilt tú vita meira um bilin ella vilt tú bíleggja eina royndarkoyring ?