Ofta spurt
Her finnur tú svar upp á nakrar av teimum mest vanligu spurningunum, sum vit fáa frá kundum okkara.
Prísáseting
Prísmunur á elbili í Danmark og Føroyum
Orsøkin til prísmunin er millum annað, at í Danmark fáa elbilar ein stóran botnfrádrátt í skrásetingargjaldinum, so flestu elbilar upp til umleið 400.000 kr. í praksis ikki rinda skrásetingargjald og bert skulu gjalda meirvirðisgjald.
Í Føroyum skulu somu elbilar hinvegin gjalda bæði virðis-/skrásetingargjald*, meirvirðisgjald** og í fleiri førum eisini GATT-toll***, umframt kostnað fyri frakt, avgreiðslu og onnur gjøld. Tí ber ikki til at samanbera føroyskar og danskar elbilaprísir beinleiðis.
Eru spurningar- ella ivamál, svara vit fegin á tlf. 313535 ella tú kanst senda ein teldupost til [email protected]
* Sambært § 3, stk. 3 í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum.
** Frá 1. januar til 31. desember 2026 kunnu upp til 35.000 kr. av meirvirðisgjaldinum verða endurgoldnar frá TAKS.
*** Elbilar eru ikki sjálvvirkandi tollfríir. Um bilurin ikki lýkur galdandi upprunakrøv, kann GATT-tollur verða lagdur á. Hetta kann eisini vera galdandi fyri bilar, sum eru framleiddir í ES, um ein týðandi partur av virðinum stavar frá komponentum framleiddum uttan fyri ES, til dømis battaríum úr Kina.
Keldur: Registreringsafgiftsloven § 5 b (Danmark), Den juridiske vejledning hjá Skattestyrelsen, Motorstyrelsen, Løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum og Løgtingslóg um toll.