Tænastur

Á verkstaðnum hava vit alla neyðuga útgerð og tól til at røkja og umvæla bilmerkini, sum vit umboða. Vit taka okkum av øllum – frá mekaniskum arbeiði til tøkniligar dagføringar og annað viðlíkahald. Við royndum starvsfólki og góðum amboðum tryggja vit eina trygga og skilagóða tænastu hvørja ferð.

Plátuverkstaðið hjá Berg Motors er væl útgjørt til at viðgera allar plátu- og lakkskaðar.
Verkstaðið er góðkent til at umvæla tryggingarskaðar fyri bæði Betri Trygging og TRYGD, og arbeiðið verður altíð framt sambært høgum fakligum krøvum og altjóða standardum. Við royndum starvsfólki og framkomnari útgerð tryggja vit eitt gott úrslit hvørja ferð.

Goymslan hjá Berg Motors hevur eitt breitt úrval av eykalutum og eykaútgerð til bilmerkini, vit umboða. Hava vit ikki hava vøruna á goymslu, klára vit vanliga at fáa hana heim innan 14 dagar. Umframt eykalutir bjóða vit eisini eitt úrval av øðrum vørum frá okkara samstarvsfeløgum.

Verkstaður

Set teg í samband við okkum

Telefon 31 35 35
[email protected]

Dávid Rasmussen

Dávid Rasmussen

Verkstaðsleiðari

Mikael Bisp

Mikael Bisp

Goymsluleiðari / Verkstaðsmóttøka