Scania
Sterk, álitandi loysn til vinnuflutning.
Berg Motors – títt Scania umboð í Føroyum síðani 1979.

Scania
Søla, eykalutir og verkstað á einum og sama stað.
Scania er eitt altjóða leiðandi merki innan lastbilar og bussar, og kent fyri dygd, nýskapan og burðardygga menning. Í Føroyum umboðar Berg Motors Scania, og vit veita bæði ráðgeving, sølu og tænastur til vinnuligar kundar, ið seta krøv til haldføri, trygd og rakstrartryggleika.
Hví velja Scania?
- Tænastur: Við Scania fær tú ikki bert eitt akfar, men eisini eitt sterkt netverk av tænastum, við serfrøðingum og verkstaðstænastum.
- Dygd: Scania-lastbilar eru bygdir til at halda í harðbalnum umhvørvi og krevjandi koyrilíkindum – júst sum vit kenna tey í Føroyum. Hetta tryggjar álitandi rakstur og longri livitíð.
- Burðardyggar loysnir: Scania arbeiðir miðvíst við at minka um CO₂-útlát og bjóða grønar alternativar, eitt nú hybrid- og el-lastbilar, umframt effektivar dieselmotorar við lágum útláti.
- Sniðgivin eftir tørvi: Hvørt akfar kann tillagast eftir serligum tørvi – alt frá chassis og motorval til førarahús og útgerð. Hetta gevur tær eina loysn, sum hóskar júst til títt virksemi.
Hevur tú spurningar ella ynskir at vita meira um Scania-loysnir til títt flutningsvirksemi? Vit eru klár at hjálpa tær, skriva til okkara Scania serfrøðing. Hans L. Djurhuus á [email protected] ella ring 753536.
Scania
Hevur tú spurningar ella ynskir at vita meira um Scania-loysnir til títt flutningsvirksemi?
Set teg í samband við okkum.
Hans L. Djurhuus
Sølufólk hjá Scania