Fígging av tínum nýggja bili
Vit finna bestu fíggingarloysnina til tín og tú fært billykilin í hondina.
Fígging
At keypa bil er ein stór avgerð.
Hjá Berg Motors gera vit tað lættari fyri teg. Vit samstarva við peningastovn, og kunnu tí bjóða tær eina trygga og smidliga fíggingarloysn, tá tú keypir ein nýggjan ella brúktan persónbil frá okkum.
Vit avgreiða øll viðurskitir við peningastovnin. Tú fært persónliga ráðgeving frá okkum, og vit syrgja fyri, at tú fært eina fíggingaravtalu, sum hóskar júst til títt fíggjarliga rásarúm.
Við Berg Motors fært tú greiðar treytir, góða kunning og eina heildarloysn – frá val av bili til fígging og skráseting.
Treytir fyri Billán
Um talan er um ein nýggjan bil, skalt tú í minsta lagi hava 20% í eginfígging. Er bilurin brúktur, er kravið 30%. Jú hægri eginfíggingin er, jú lægri verða lánskostnaðirnir.
Bilurin skal eisini vera fulltryggjaður, um hann verður brúktur sum trygd fyri láninum.
Afturgjaldstíðin kann vera upp til 7 ár, og lánið hevur broytiliga rentu.