Søgan
Ein søga um ágrýtni, nýhugsan og framstig á føroyska bilmarknaðinum síðani 1960.
Søgan hjá Berg Motors
Álit, dygd og tænasta – okkara ferð síðan 1960
Berg Motors er ein av elstu bilasølunum í Føroyum og hevur verið ein virkin partur av føroyska bilmarknaðinum síðan 1960. Tað byrjaði, tá Jóhannes Berg í Havn fór undir at selja amerikansku Rambler-bilarnar frá American Motors – og stovnaði sína egnu fyritøku.
Longu í 1966 fekk fyritøkan eina stórfingna heiðursløn frá American Motors fyri at hava selt flest Rambler-bilar í mun til fólkatalið í landinum.
Í 1967 byrjaði Berg Motors at selja Mazda-bilar úr Japan, og 1. mars 1968 varð ein avtala undirskrivað um beinleiðis innflutning av Mazda til Føroyar. Sølan vaks skjótt, og fyri at veita kundum í Eysturoynni betri tænastu, keypti Berg Motors ein bilverkstað á Glyvrum fyrst í 70’unum. Har varð seinni bygdur ein nýggjur virkisbygningur.
Ígjøgnum árini hevur fyritøkan eisini havt umboð fyri fleiri kend bilmerki, m.a. Chrysler, Simca, Sunbeam, Plymouth og Dodge. Seinni í 70’unum varð høvuðssætið flutt í ein nýggjan bygning við Staravegin í Havn, og tá varð eisini byrjað at umboða Scania-lastbilar og bussar.
Síðan 1993 hevur Berg Motors verið partur av altjóða bilútleiguni Avis, og frá 2014 eisini Budget.
Í 2000-unum er umboðið víðkað við fleiri merkjum, m.a. Suzuki (frá 2004), Kia, Subaru, Rover, Daihatsu og Land Rover (frá 2005).
Í dag umboðar Berg Motors eitt breitt úrval av bilmerkjum: Suzuki, Subaru, Aiways, JAC Motors, Peugeot, Citroën, Opel, Fiat, Fiat Professional og Scania.