Leys størv
Yvirlit yvir leys størv og vit taka fegin ímóti áhugaðum umsóknum um einki leyst starv er í løtuni.
Kom við á liðið
Eitt rúmligt arbeiðspláss, har tú mennist, trívist og gert mun.
Berg Motors er ein av elstu bilasølunum í Føroyum, men vit eru alt annað enn gamaldags. Hjá okkum starvast umleið 30 fólk, bæði roynd og ung, og vit eru eitt samansett lið, sum arbeiðir tætt saman og hevur tað stuttligt, eisini tá ið ferðin er høg.
Vit brenna fyri bilum, tænastu og einum góðum arbeiðsumhvørvi. Her er pláss at læra, taka ábyrgd og menna seg – og vit leggja stóran dent á, at fólk trívast og kenna seg væl í gerandisdegnum.
Vit arbeiða dagliga við sølu av bilum, lastbilum og eykalutum, verkstaðsarbeiði, plátuarbeiði og bilaleigu, so arbeiðsdagarnir eru fjølbroyttir og ongantíð keðiligir.
Berg Motors umboðar fleiri kend og sterk bilamerki, m.a. Suzuki, Subaru, Scania, JAC, Aiways, Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional.
Vit bjóða tær:
- Spennandi arbeiðsuppgávur innan eitt fjølbroytt bilumhvørvi
- Nútímans tøkni og kend bilmerki
- Møguleika fyri fakligari og persónligari menning
- Eitt sterkt og positivt arbeiðspláss við góðum samstarvi
Kundi tú hugsað tær at arbeitt hjá okkum?
Vit eru altíð áhugað í at hitta nýggj fólk, sum vilja gera mun og vera við til at menna Berg Motors. Hóast starvið júst til tín ikki er lýst leyst, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.
Soleiðis gert tú:
- Send eina umsókn saman við tínum CV til [email protected]
Við at senda okkum eina sjálvbodna umsókn, góðtekur tú, at vit goyma tínar upplýsingar í upp til 6 mánaðir. Allar upplýsingar verða sjálvandi handfarnar í trúnaði.