Subaru Outback

ÚR KR 519.000
  • AWD
  • Aut Gear
  • EyeSight
  • Lineartonic Gearkassa
  • Boxer motor

Heimsins fremsta hjálparatøkni

Meir enn 30 ára gransking og menning liggur aftanfyri fremstu førara-hjálpartøknina EyeSight. EyeSight er sum at hava tvey eygu á vegnum afturat, so tú kann fáa alt við í ferðsluni, við einari ferð upp til 180 Km/t. Hjarta á tøknini eru tey bæði stereo myndatólini ið goyma seg aftanfyri forrútin. Tøknin hevur fleiri funktiónir og tú kann sjálvur velja, hvør teirra skal vera aktiv.

  • Sjálvvirkandi neyðbremsa
  • Adaptivur fartpilotur
  • Vegbreytsentrering
  • Aktivur stýrihjálpari
  • Lead vehicle start alert
  • Skiltikennari

Symmetriskt fýrahjólstrekk

Allir Subaru bilar styrkja títt sjálvsálit aftanfyri róðri, gjøgnum tað symmetriska AWD. Tøknin veitir megi til øll fýra hjól samstundis, hetta økir um tamarhaldið, óansæð undirlag.

Ein Subaru Outback er stevnufastur og einfaldur at koyra, av tí at motorur og gearkassi liggja í beinum snóri av hvørjum øðrum.

Lineartonic – Automatiskur gearkassi

Lineartonic Automatiskur gearkassi er sniðgjørdur at fáa sum mest burtur úr boxer motorinum og AWD tøknini. Lineartronic heldur motorinum í sínum ideal effekt økið, soleiðis at tað minkar um bensin nýtsluna. Tann trinleysi gearkassin arbeiðir eftir lutfallinum í ferðini, tó letur hann teg merkja skiftini tá bilurin økir ferðina, fyri at geva tær betri stýring og koyri uppliving.

 

Lineartonic – Automatiskur gearkassi.

Lineartonic Automatiskur gearkassi er sniðgjørdur at fáa sum mest burtur úr boxer motorinum og AWD tøknini. Lineartronic heldur motorinum í sínum ideal effekt økið soleiðis at hann altíð avrikar á best møguliga hátt. Tann trinleysi gearkassin arbeiðir eftir lutfallinum í ferðini, tó letur hann førarin føla skiftini tá bilurin økir ferðina, hetta fyri at geva føraranum betri føling og eina betri koyri uppliving

Vil tú vita meira um bilin?

Scroll to Top