Alt og meira enn tað er standard
Sportligt einfeldni eyðkennir kabinuna, ið samstundis rúmar ta størsta panoramaglastakið í sínum flokki.
Set teg væl tilrættis í innbjóðandi sportligu setrini við elektriskari stilling og góðum beinplássi, ímeðan tú á smidliga 14,6” touch-skíggjanum velur tær tín yndistónleik til túrin. Telefonina kanst tú løða umvegis tráðleysaløðing, ið er sniðgjørd til sjálvt tær allar størstu fartelefonirnar, ið finnast á marknaðinum í dag.
Mest sum allar trygdar- og assistentskipanir eru standard. Heili 22 radarar og myndatól tryggja, at tú, tey ferðandi og onnur í ferðsluni eru tryggari enn nakrantíð fyrr. Aiways 6 er á tremur við framkomnari tøkni – við tí endamáli – at gera túrin smidligan og tryggan.