Aiways U5

Aiways U5 Premium

*Aftaná mvg-afturbering. Prísur við mvg: 429.990 kr.
359.990* + veitingarkostnað á: 3.850 kr.
  • 100% Elektriskur
  • Panorama kamera
  • 12,3" Touch screen
  • Fult LED for- & baklyktir
  • Adaptivan fartpilot v/start & Go
  • Vegbreytshjálp
  • Skeltikenning
  • Sjálvvirkandi neyðbremsu
  • Parkeringssensor aftan
  • 6-vegis elektrisk forsetur
  • Apple Carplay
  • Lyklafrí atgongd
  • Lyklafrítt Startlás
  • Sjálvvirkandi parkeringhjálp
  • Touch Panel í miðkonsol til klimastýring
  • Parkeringsensor framman
  • Elektriskt sóltak v/sólgardin
  • Elektrisk baklúka við fótstýring
  • Tráðleys løðing til fartelefon
  • Leður inntrekk á setrum og hurða síðum
  • 19" tvítónaðar alu-felgur
100% EL

Um bilin

Um tað er aftur og fram til arbeiðis, innkeyp og stovnar, ella ein longri biltúr kring oyggjarnar, er tað ongin trupulleiki við einum koyristrekki á 410 km (WLTP) og møguleika fyri skjótløðing við upp til 90 kW. Battaríi uppá 63 kWt kann løðast frá 30 prosentum til 80 prosent uppá 27 minuttir við skjótløðara.

Bilurin er spekkaður við hentleikum tú ikki hevði ímyndað tær finnast, hópin av trygdarútgerð, eitt viðførisrúm sum snilt kann taka upp til 1543 litrar, ella 432 litrar undir rullugardin, og serstakliga gott pláss til tey hepnu 5 sum sleppa við í bilin  

Kenslan av marglæti

Lívið aftanfyri róðri í einum elbili er bara meira einfalt. Onki gearskifti, onki tarn. Set teg inn í bilin, traðka á bremsuna og set í D, so er klárt at koyra. Elmotorurin er fullur av megi, óansæð ferð, og við 204 HK fer tín U5 frá 0-100 km/t uppá einans 7,8 sekund. So tað er bara at traðka á spitarin tá tú vil avstað, og njót tað.

Tá koyringin er eitt spæl, fært tú veruliga tíð til at njóta alt bilurin hevur at bjóða. Set teg væl tilrættis í teimum innbjóðandi setrunum við elektriskari stilling, góðum beinplássi bæði framman og aftan, ímeðan tú á 12,3” touch-skíggjanum velur tær tín yndistónleik til túrin.

Stórur trygdarpakki    

Við Aiways U5 er tann heilt stóri trygdarpakkin standard útgerð. Eitt nú tann sjálvvirkandi fartpiloturin, ið sjálvur heldur trygga frástøðu til bilin frammanfyri, vegbreyta hjálparin sum heldur bilinum mitt á vegbreytini, og allir teir sensorarnir ið ávara um bilar ið koma aftanífrá í tín blindvinkul, ella um eitt nú bilar eru á veg framvið bilinum tá tú stendur stillur, so tú ikki letur hurðar upp tá. 

Long garantitíð

Tú kanst trygt líta á tín Aiways. Tú hevur fimm ára garanti ella upp til 150.000 km uppá bilin, 8 ára garanti ella 150.000 km uppá battarí og drívlinju, fýra ár garanti fyri feili í lakkinum og tíggju ár fyri rust gjøgnumtæring.

Framkomin tøkni

Aiways U5 er ein framkomin elbilur við klimastýrdum battaríi til gagns fyri koyristrekki og livitíðini hjá battarínum. Battarípakkin er framleiddur sum ein sokallað sandwich-samanseting, sum er eitt eindømi fyri Aiways, ið somuleiðis framleiða síni battaríir sjálvi.

Samansetingin tryggjar, at køliveska ikki kann treingja niður í sjálva battarí selluna, um bilurin skuldi verði fyri einari vanlukku. Hetta minkar um vandan fyri skammlopi.  

Battaríi er eitt litium-ion ið er uppbygt av 24 luteindum av battarí sellum, ið er framleitt av einum av heimsins fremstu framleiðaranum av battarí sellum, nevniliga kinesiska CATL, ið  eisini er veitari til Evropeiskir- og Amerikanskir framleiðarir av elbilum.  

Battaríi er 63 kWt sum svarar til 410 kilometrar sambart WLTP – Norminum  (U5 Plus)

Previous slide
Next slide
Previous slide
Next slide

Mestsum alt er standard

Tað er einfalt at velja útgerð á Aiways. Tað mesta er nevniliga standard, og har er ein rúgva av tí.

Sjálvt ein U5 Plus hevur tann heit stóra trygdarpakkan við eitt nú sjálvvirkandi neyðbremsu, vegbreytshjálpara, blindkvinkul ávaring, elektroniska klima skipan, elektriskt stilling av forsetrunum , 360 gradir panorama kamera og LED forlyktir.

Ert tú meira til marglæti, so velur tú U5 Premium við m.a. leðurinntrekki, elektriskum panorama sóltaki, elektriskari viðførislúku við fótstýring, 19” alu-felgur og parkeringshjálpara. Tað er bert eftir hjá tær at velja litin á bilinum.

Framleiddur á framkomnari bilaverksmiðju

Aiways U5 verður framleiddur á spildurnýggjari bilaverksmiðju í Shangrao, ið liggur í ein útsynning úr Shanghai. Verksmiðjan er innrættað við nýggjastu tøknini. Framferðarhátturin er við nýmótans robottum og framleiðslutøkni frá týskum og sveisiskumm fyritøkum, sum eitt nú ABB og Siemens.

Verksmiðjan er 90% sjálvirkandi, og á verksmiðjuni starvast áleið 1200 fólk. Nøgdin av framleiðsluni er á 150.000 bilar árliga, tó er verksmiðjan útgjørd til at kunna koma upp at framleiða 300.000 bilar árliga, og skal somuleiðis megna at framleiða 6 ymisk snið.

Tann samlaða íløgan í verksmiðjuna er áleið 13 mia. danskar krónur.                    

Vil tú vita meira um bilin?

Scroll to Top