Kunning

Stongt á Ólavsøku

Vit hava stongt 28 og 29 Juli, og lata upp aftur 30. juli kl. 12:00.

Verkstøðini eru í summarfrí til og við 14. august. Vit ynskja øllum eina góða Ólavsøku!

Starvsfólk til Avis & Budget Bilútleigan

Vit leita eftir tænastusinnaðum fólki til avgreiðslu av viðsikiftafólki í samband við bilútleigan.

Hjá Avis & Budget ert tú partur av einum heimsumfatandi samtaki, har vit altíð taka eitt eyka tak fyri at veita viðskiftafólkum okkara ta bestu tænastuna.

Vit søkja eftir fólki til deild okkara á flogvøllinum. Talan er um eitt farloyvisstarv í uml. 1-1 ½ ár, við møguleika fyri leingjan/føstum starvi.

Vit vænta, at tú:

• hevur áhuga fyri kundatænastu og ferðafólki

• ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

• trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv og dagarnir eru fjølbroyttir

• ert fleksibul og trívist undir einum ávísum trýsti

Arbeiðið fevnir m.a. um:

• avgreiðslu av viðskiftafólki í samband við bilútleigan

• avgreiðslu av fyrispurningum umvegis teldupost og telefon

• klárgering av bilum tá ástendur

• ymiskt annað sum kann stinga seg upp

Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða:

• Fastlønt starv í skiftandi vaktum

• eitt áhugavert og fjølbroytt starv

• eitt spennandi og livandi arbeiðspláss

• møguleika at halda fram eftir at farloyvisstarvið er lokið

Krøv

Tú mást hava koyrikort til persónbil og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift, og hava góðar telduførleikar.

Starvstreytir

Starvið verður sett 1. mei, við byrjan av upplæring í apríl.

Starvið er fastlønt við støðið í 30 tímum um vikuna, tó kann væntast full tíð í háárstíð frá mei-sep.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni, eisini halgidagar. Arbeiðstíðin er tengd at flogferðsluni, og tí kann talan gerast um úrtíðararbeiði.

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at venda sær til Saroyu Dalsgarð á tlf. 224211 ella á avis@avis.fo

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv) og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til avis@avis.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 27. mars 2020.

Góði KIA eigari

Góði KIA eigari,

Vit vilja við hesum bert boða frá, at hóast vit ikki selja KIA longur, eru vit framvegis góðkent KIA servisu- og eykalutaumboð.

Vit átaka okkum framvegis allar umvælingar, so sum eftirlit, garantiumvælingar og skaðaumvælingar, eins og vit hava gjørt áður.

Tú ert sostatt framvegis vælkomin á verkstað við bilinum, ella til eitt gott bilprát.

Vinaliga

Berg Motors

Staravegur 1-3

100 Tórshavn
Tlf: 313535
www.bm.fo

Nýggi Subaru Forester e-Boxer fær hægsta stig nakrantíð í Euro NCAP

Subaru hevur sum endamál, at framleiða heimsins tryggastu bilar. Nú er málið røkkið við enn einum sniði – tann heilt nýggi Subaru Forester e-Boxer, sum júst hevur fingið fult stig og 5 stjørnur í Euro NCAP.

Samtíðis vann tann nýggi Forester hægsta stig nakrantíð fyri barnatrygd í sínum klassa, heili 91% og 97% fyri vaksin.

Málið er, at í ár 2030 skal ongin doyggja ella koma álvarsliga til skaða í, ella av, einum Subaru bili.

Les meira her:

https://www.subaru.dk/about-subaru/explore/news/2019/04-12-2019-ny-subaru-forester-e-boxer-far-topkarakter-i-euro-ncap/

og her

https://www.subaru.dk/about-subaru/explore/news/2019/05-12-2019-i-2030-skal-ingen-miste-livet-i-trafikken-i-en-subaru/

Vit eru sera errin av at umboða hetta framkomna góðskumerkið!

Kunning

Til øll okkara Kia viðskiftafólk

Sambært tíðindaskrivi frá nýggja Kia umboðnum í Føroyum, kann tað skiljast so, at øll service, garanti eftirlit- og umvælingar av verandi Kia bilum skulu fremjast har.
Hetta er ikki støðan.
Vit hjá Berg Motors veita framhaldandi, í samráð við Kia Motors Danmark, somu góðu tænastu til øll okkara Kia viðskiftafólk, herundir eisini service og garanti eftirlit- og umvælingar.