Bilmerki: Jumper

  • Citröen Jumper Van

    Citröen Jumper Van

    Citröen Jumper Van

    Markant design

    Nýggi Jumper hevur fingið eitt nýtt snið, sum serliga sæst á framrøðini. Í kabinuni hevur nýggja instrumentborðið fingið betri brúkaravinaligheit og eitt vakrari snið.

    Optimerað komfort

    Við millum annað digitalari instrumentering*, adaptivum ferðapiloti*, bakkaramera* og einum heilt nýggjum 10″ infotainment-skipani* er bæði komforturin og upplivingin av kabinuni betrað. Betringarnar verða stuðlaðar av nýggju dagførdu førarahjálparskipanunum, sum økja um trygdina á vegnum. *Treytað av útgerðarstøði.

    Dagførdir motorar

    Vel millum tveir kraftmiklar motorar til tann nýggja Jumper: eina við 140 hestakreftum og eina heilt nýggja við heili 180 hestakreftum. Sum nakað nýtt kanst tú nú eisini fáa Jumper við einum 8-trins automatgirið, og harumframt verður ein 100% elektrisk útgáva nú eisini víst fram.

    Fleiri útgávur

    Tú kanst velja millum fleiri sløg, sum uppfylla tørvin hjá tínari fyritøku. Tað eru fleiri vektklassar at velja ímillum, tríggjar longdir og tríggjar hæddir við eini lastvolumi upp í 17 m³.*Treytað av útgerðarstøði.