Bilmerki: e-Rifter

  • Peugeot e-Rifter

    Peugeot e-Rifter

    Peugeot e-Rifter

    Betrað orkunýtsla

    Nýggi PEUGEOT E-RIFTER er útgjørdur við einari 100% elektriskari drivlinju, sum er betrað, so koyristrekkini nú røkkur upp til 320 km.

    Enn størri koyrigleði

    PEUGEOT E-RIFTER hevur fingið eitt enn betri i-Cockpit. Tað fevnir um ein nýggjan 10” digitalan instrumentskíggja, har tú sjálvur kanst velja, hvørjar upplýsingar skulu vísast – t.d. navigatión, orkunýtsla og løðistøða.

    Eitt praktiskt og haldført snið

    E-RIFTER hevur fingið ein meira dynamiskan FRONT. Við nýggjari grill, prýdd við nýggja PEUGEOT-logo’num í miðjuni, og innrammað av ljósdesigninum við trimum leyvaklørum.

    Goymslu- og atkomumøguleikar

    Peugeot E-Rifter bjóðar lætta atgongd og gott goymslupláss: – 2 skúvudyrrar á síðunum – Zénith-tak við sjálvvirkandi elektrokromum bakspegli, elektriskari gardinu, LED-stemningsljósi og miðjubogi við 92L av goymsluplássi – Miðjukunna við stórum goymslurúmi