Bilmerki: e-Traveller

  • Peugeot e-Traveller

    Peugeot e-Traveller

    Peugeot e-Traveller

    Føraraplássið

    Í nýggju E-TRAVELLER situr tú høgt og hevur gott yvirlit yvir ferðsluna. Digitala 10” instrumenttavlan vísir tær týdningarmestu koyriupplýsingarnar í beinleiðis tíð – t.d. upplýsingar um koyrihjálparskipanir og koyristrekki. Stóri 10” HD touchskíggin* gevur tær atgongd til eina rúgvu av funktiónum. * Treytað av útgerð

    Infotainment

    Nýggja infotainmentskipanin gevur tær atgongd til nógvar nettengdar funktiónir, sum tú kanst stýra við røddini ella knøttunum á rattinum: – Tráðleys “mirror”-funktión, sum vísir innihaldið á fartelefonini á 10” HD touchskíggjanum í bilinum – TomTom 3D online navigatión við “Over the air” dagføringum – Tráðleys løðing til fartelefon – 2 USB-stikk

    Fleksibul innrætting Klárur til næsta, tá tú er

    Nýggja E-TRAVELLER bjóðar bæði komfort og smidliga innrætting. Hann fæst í tveimum longdum og við nógvum innrættingarmøguleikum – og upp til 9 setrum. Sum partur av tí eksklusiva komfortinum ber til at seta aftaru setrini andlit móti andliti, hvør sínumegin eitt samanlagt borð.

    Elektrisk koyrilongd

    Elmotorurin í PEUGEOT e-Traveller tryggjar eitt koyristrekki upp til 350 km (WLTP). Við stilligreinum á rattinum kanst tú velja millum 3 stig av regenerativari bremsing, sum bæði løðir battaríið, meðan bilurin seinkar ferðina, og optimerar koyristrekkini.