VIT TVÍFALDA ÚRVALIÐ AV BILMERKJUM
Og tí leita vit eftir bilsmiði til okkara mekaniska verkstað

Vilt tú gerast partur av einum arbeiðsplássi í spennandi menning, og at verða við til at seta tín dám á okkara verkstað? So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit søkja eftir dugnaligum og nærløgdum bilsmiði, við áhuga í at arbeiða og mennast innan nýggjastu tøknina. Tínar arbeiðsuppgávur eru millum annað vanligt viðlíkahald og eftirlit, mekaniskar umvælingar, feilfinnan/diagnostisering, umframt aðrar tøkniligar avbjóðingar.

Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum bilsmiður, og enn betri, um tú eisini hevur góðar royndir. Somuleiðis vænta vit, at tú ert álítandi, røkin, hevur gott sjálvstøðugt handalag, tekniskt tev og dugir væl at samstarva og samskifta við onnur.

Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv, í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd. Hjá okkum eru uppgávurnar bæði fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú kemur at arbeiða í einum jaligum og óformellum umhvørvi, har tú verður partur av dugnaliga og væl smurda mekaniska toyminum á verkstaðnum.

Vit leggja dent á persónligan- og sosialan trivna, og tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk eru væl ílatin til at útinna sínar uppgávur til fulnar, og tí bjóða vit góðar møguleikar fyri fakligari menning.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og løn verður avtalað sambært útbúgving og royndum.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikael Bisp á tlf 31 35 35 ella umvegis teldupost til [email protected]

Send okkum umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum umvegis heimasíðuna ella til [email protected]

Scroll to Top