Citröen ë-Jumpy

Effektiv innlastingslongd

Við Moduwork-loysnini kann Citroën Jumpy flyta lutir, sum eru upp til 4 metrar langir. Tá ið síðusetrið frammi verður lyft upp, letur ein lúka seg upp, og við sløttum gólvi ber lætt til at skumpa lastina inn í kabinuna gjøgnum hesa lúku. Eitt skríðtrygt net við síðuna av førarasetrinum hjálpir at halda lastina støðuga, og Moduwork forleingir lastlongdina við 1,16 m – so tú fært upp til 4 metrar nýtiliga longd í L3-útgávuni.

Goymslurúm

Tey mongu goymslurúmini eru snildt býtt út um alla kabinuna og gera tað lætt at halda títt koyrandi skrivstovupláss skipað og ruddiligt. Arbeiðsamboð og dagligir lutir eru altíð beint við hondina. Goymslumøguleikarnir fevna m.a. um stór hurðarrúm, ið røkka til 1,5L fløsku, goymslu undir síðusetrinum, eitt lukkað og køligt hanskahólf – og ikki minst nógv rúm ovast á instrumentbrettinum, sum er frítt atkomiligt.

MyCitroën Play

Við Mirror Screen kanst tú fáa appirnar frá fartelefonini, at síggjast á touchskíggjanum í vørubilinum. Tú nýtir ein kaðal til at tengja telefonina, og aktiverar síðan Mirror Screen-funktiónina á bilskíggjanum.

Kabina við høgum komfortstøði

Sum eitt arbeiðsamboð til gerandisdagin skal Jumpy vera so komfortabillur sum gjørligt. Tí hevur Citroën gjørt setrini serliga ergonomisk. Setrini kunnu stillast í hædd og longd, og geva eina behagliga koyristøðu – við høgari sætisposisjón, so tú hevur gott yvirlit yvir vegin. Eitt stig undir hurðini ger tað lættari at stíga inn í kabinuna. Nýt eisini løtuna í friði – við komfortglasvegginum, sum tryggjar framúr hitaeinangran.

Bilasøla

Vilt tú vita meira um bilin
ella vilt tú bíleggja eina
royndarkoyring ?

31 35 35
[email protected]

Hallur Onghamar

Hallur Onghamar

Sølu- og marknaðarleiðari

Heini V. Olsen

Heini V. Olsen

Sølufólk