Innan

Við høgum sitiplássi, nógvum goymslurúmi, snøggum stýrifunktiónum og stórari smidligheit hevur kabinan í nýggja Combo Cargo nógv at bjóða. Tú fært somu komfort sum í einari persónbili.

Koyrikraft

Combo hevur alt, sum tú hevur tørv á fyri at flyta fyritøkuna frameftir. Combo fæst við einum úrvali av kraftmiklum motorum, og innrættingin hevur hægstu komfort, brúkaravinarligheit og rúmd. Her fært tú ein vørubil við høgari góðsku – við snildum funktiónum og smidligum sniði.

Trygd og snildar skipanir

Nýggi Opel Combo er útgjørdur við IntelliLux® Matrix LED-forlyktum* í toppklassa, sum tryggjar besta ljósviðurskifti og sjálvvirkandi myrking, so tú ikki blendar mótkoyrandi ferðsluni. Við 14 einstøkum LED-segmentum og nýggjum sniði tryggjar IntelliLux®, at tú koyrir trygt – uttan mun til veður og ljósviðurskifti. *Treytað av útgersútgávu.

Útgávur

Nýggi Combo er sniðgivin til at passa til allar fyritøkur. Hann fæst í tveimum longdum – 4,4 m í standardútgávuni og 4,75 m í longu útgávuni við eyka vørurúmi. Í útgávuni við dupultkabinu er pláss fyri 5 persónum íroknað føraran.

Bilasøla

Vilt tú vita meira um bilin
ella vilt tú bíleggja eina
royndarkoyring ?

31 35 35
[email protected]

Hallur Onghamar

Hallur Onghamar

Sølu- og marknaðarleiðari

Heini V. Olsen

Heini V. Olsen

Sølufólk