Føraraplássið
Í nýggju E-TRAVELLER situr tú høgt og hevur gott yvirlit yvir ferðsluna. Digitala 10” instrumenttavlan vísir tær týdningarmestu koyriupplýsingarnar í beinleiðis tíð – t.d. upplýsingar um koyrihjálparskipanir og koyristrekki. Stóri 10” HD touchskíggin* gevur tær atgongd til eina rúgvu av funktiónum.
* Treytað av útgerð
Infotainment
Nýggja infotainmentskipanin gevur tær atgongd til nógvar nettengdar funktiónir, sum tú kanst stýra við røddini ella knøttunum á rattinum:
– Tráðleys “mirror”-funktión, sum vísir innihaldið á fartelefonini á 10” HD touchskíggjanum í bilinum
– TomTom 3D online navigatión við “Over the air” dagføringum
– Tráðleys løðing til fartelefon
– 2 USB-stikk
Fleksibul innrætting Klárur til næsta, tá tú er
Nýggja E-TRAVELLER bjóðar bæði komfort og smidliga innrætting.
Hann fæst í tveimum longdum og við nógvum innrættingarmøguleikum – og upp til 9 setrum.
Sum partur av tí eksklusiva komfortinum ber til at seta aftaru setrini andlit móti andliti, hvør sínumegin eitt samanlagt borð.
Elektrisk koyrilongd
Elmotorurin í PEUGEOT e-Traveller tryggjar eitt koyristrekki upp til 350 km (WLTP).
Við stilligreinum á rattinum kanst tú velja millum 3 stig av regenerativari bremsing, sum bæði løðir battaríið, meðan bilurin seinkar ferðina, og optimerar koyristrekkini.