Brennievni: EL

  • Peugeot e-Expert

    Peugeot e-Expert

    Peugeot e-Expert

    Førarapláss

    10″ infotainmentskipan í fullum litum kann tillagast, so tú sært tær týdningarmestu koyriupplýsingarnar. Miðsetti HD-skíggin við touch og Dynamic Surround View gevur tær beinleiðis yvirlit yvir umhvørvið rundan um bilin.

    Infotainment

    10″ infotainmentskipan í fullum litum kann tillagast, so tú sært tær týdningarmestu koyriupplýsingarnar. Miðsetti HD-skjárin við touch og Dynamic Surround View gevur tær eitt beinleiðis yvirlit yvir umhvørvið rundan um bilin.

    Smidlig innrætting og rúm

    Expert fæst við fleiri innrættingarloysnum, sum eru lagaðar til tín vinnubólk. – Skúvudyrrar gera tað lætt at lasta inn og úr – Vørurúm upp til 6,6 m³, lastføri upp til 1.384 kg og dráttarmegi upp til 1.000 kg.

    Betri hjálparskipanir

    Expert hevur allar nýggjastu trygdar- og koyrihjálparskipanir. Harímillum fartavmarkara, koyribanasensor og adaptivan ferðarpilot*, sum tryggjar støðugan frástøðu til bilin frammanfyri. Automatisk neyðbremsa, sum skilir bæði fólk til gongu og á súkklu, er genial til býarkoyring. Descend Control* saman við Grip Control* gevur støðuga og trygga koyring – uttan mun til undirlag. *treytað av útgerðarstøði ella fæst sum eykaútgerð *Afhænger af udstyrsniveau eller kan tilkøbes mod merpris

  • Opel Vivaro-e 75 kWh 136

    Opel Vivaro-e 75 kWh 136

    Opel Vivaro-e 75 kWh 136

    Altíð á rætta kós

    Við nýggja Vivaro fært tú mest burturúr hvørjum túri. Tær orkusniltu og kraftmiklu motorarnir saman við navigatiónsmøguleikum og OpelConnect-tænastunum, tryggja, at tú og títt toymi altíð eru á røttari kós.

    Motorar og gearkassar

    Tú kemur langt við einum tanga av teimum kraftmiklu Euro 6.4-dieselmotorunum við upp til 180 hestar*.** Tú ert tryggjaður mest møguliga orkunýtslu og kanst velja millum smidligar manuellar ella automatiskar gearkassar. * Treytað av útgerðarstøði.

    Snildir goymslumøguleikar

    Nýggi Vivaro bjóðar serliga lastsmidligheit í einum kompaktum sniði, takkað verið snildum funktiónum sum FlexCargo®*, tvær skúvudyrrar* og handfríari atgongd*. Hetta ger arbeiðið enn meira effektivt og lætt. * Treytað av útgerðarstøði.

  • Subaru E-Outback

    Subaru E-Outback

    Subaru E-Outback

    E-Outback við framkomnari tøkni

    14″ skíggja sum standard og dupultur tráleysur ladari til smarttelefonir

  • Subaru Uncharted

    Subaru Uncharted

    Subaru Uncharted

    Uncharted við framkomnari tøkni

    14″ skíggja sum standard og dupultur tráleysur ladari til smarttelefonir

  • Subaru Solterra

    Subaru Solterra

    Subaru Solterra

    Fýrahjólstrekk við X-Mode

    Solterra skilur seg frá øðrum við 21 cm fríhægd og kjarnustyrkini hjá Subaru: tað varðandi fýrahjólstrekkið.

    Full kontroll

    Cockpit-uppsetingin í Solterra speglar grund­hugskotini hjá Subaru: sjónligheit, einfaldari og brúkaravinarliga nýtslu.

    Løðing

    Lang røkkivirki og samsvar við skjót­laddarar í øllum økjum gera Solterra sera brúkaravinarliga. Við eini 150 kW DC-løðistøð kann battaríið ladast upp til 80 % á 30 minuttum. Tað ber eisini til at kanna støðuna á løðingini og fjarstýra ymiskar funktiónir gjøgnum fartelefonina.

    Trygt eigaraskap

    Solterra er bygd til at tæna leingi og álítandi. Sum eyka trygd garantera vit, at drívbattaríið hevur minst 70 % av orku­førinum eftir 8 ár ella 160.000 km.

    Bygdur til ævintýr

    Ein Subaru er praktiskur bæði í gerandisdegnum og frítíðini.

    Traditionell Subaru-góðska

    Ein long akslafrástøða, høg fríhægd og sjónliga lágt tyngdarpunkt endurspegla rúmliga innrættingin hjá Solterra, álítandi framkomuligheitina og trygdu koyrieginleikarnar.

    Trygt førarasetur

    Instrumenteringin er sett langt frammi og hevur eitt V-lagað uppsett, sum ger týdningarmiklu upplýsingarnar lættar og natúrligar hjá føraranum at lesa.

  • Citroën ë-C5 Aircross

    Citroën ë-C5 Aircross

    Citroën ë-C5 Aircross

    Enn meira tryggleika

    Nýggi Aircross gevur størri tryggleika við einum breiðum úrvali av førarahjálparskipanum – so sum Citroën Matrix LED-lyktum og Pack Drive Assist 2.0.

    Næstan alt er standard

    Stílurin verður lyftur upp á eitt enn hægri stig.

    Ein verulig tøkni- og komfortzona

    Innan er dentur lagdur á komfort og brúkaravinarliga tøkni sum Waterfall Touchscreen og víðkað Head-Up Display.

    Rúmliga kabinu

    Kabinan er rúmlig og Citroën Advanced Comfort® setrini tryggja ta allar bestu komfortina, bæði fyri tey sum sita aftan- og tey framman.

  • Peugeot e-Partner

    Peugeot e-Partner

    Peugeot e-Partner

    Optimerað i-Cockpit

    Peugeot i-Cockpit® í nýggju Partner er nú fullt útbygt við einum smidligum multifunktiónsstýri, 10″ touchskíggja og 100% digitalum instrumentborði. Á brúkaravinarliga skíggjanum sært tú allar týdningarmestu upplýsingarnar, so tú sleppur undan at hyggja burtur frá vegnum, meðan tú koyrir.

    10" HD touchskíggi

    Við stóra 10” touchskíggjan stýrir tú bæði ljóðskipan, TomTom 3D-navigatión, infotainmentskipan og Peugeot i-Connect Advanced. Við røddarstýring kanst tú brúka tær týdningarmestu funktiónirnar – á tínum egna máli. Og við USB-stikki tryggjar tú, at fartelefonin altíð er lødd.

    Smidligt rúm

    Peugeot Partner er kompaktur, nærlagdur og fæst í tveimum støddum: STANDARD við longd upp á 4,40 m og við upp til 3 setrum – ella LONG, sum er 4,75 m langur. Lastlongdin er upp til 4,4 m, lastførið upp til 1.000 kg og dráttarmegi upp til 750 kg. Tú kanst fáa hann innrættaðan við upp til 3 setrum, einari skriviplátu og einari lúku til serliga langa last.

    Betraðar hjálparskipanir

    Peugeot Partner er útgjørdur við øllum nýggjastu hjálparskipanunum. Harímillum ACC adaptivan ferðarpilot, sum tryggjar, at tú altíð heldur eina trygga frástøðu til bilin frammanfyri. Dynamic Surround Vision-skipanin letur teg síggja blindvinklar og sendir myndir beint á stóra 9,6” HD-skíggjan, sum tekur yvir fyri vanliga innara bakspegilin.

  • Citröen ë-Jumpy

    Citröen ë-Jumpy

    Citröen ë-Jumpy

    Effektiv innlastingslongd

    Við Moduwork-loysnini kann Citroën Jumpy flyta lutir, sum eru upp til 4 metrar langir. Tá ið síðusetrið frammi verður lyft upp, letur ein lúka seg upp, og við sløttum gólvi ber lætt til at skumpa lastina inn í kabinuna gjøgnum hesa lúku. Eitt skríðtrygt net við síðuna av førarasetrinum hjálpir at halda lastina støðuga, og Moduwork forleingir lastlongdina við 1,16 m – so tú fært upp til 4 metrar nýtiliga longd í L3-útgávuni.

    Goymslurúm

    Tey mongu goymslurúmini eru snildt býtt út um alla kabinuna og gera tað lætt at halda títt koyrandi skrivstovupláss skipað og ruddiligt. Arbeiðsamboð og dagligir lutir eru altíð beint við hondina. Goymslumøguleikarnir fevna m.a. um stór hurðarrúm, ið røkka til 1,5L fløsku, goymslu undir síðusetrinum, eitt lukkað og køligt hanskahólf – og ikki minst nógv rúm ovast á instrumentbrettinum, sum er frítt atkomiligt.

    MyCitroën Play

    Við Mirror Screen kanst tú fáa appirnar frá fartelefonini, at síggjast á touchskíggjanum í vørubilinum. Tú nýtir ein kaðal til at tengja telefonina, og aktiverar síðan Mirror Screen-funktiónina á bilskíggjanum.

    Kabina við høgum komfortstøði

    Sum eitt arbeiðsamboð til gerandisdagin skal Jumpy vera so komfortabillur sum gjørligt. Tí hevur Citroën gjørt setrini serliga ergonomisk. Setrini kunnu stillast í hædd og longd, og geva eina behagliga koyristøðu – við høgari sætisposisjón, so tú hevur gott yvirlit yvir vegin. Eitt stig undir hurðini ger tað lættari at stíga inn í kabinuna. Nýt eisini løtuna í friði – við komfortglasvegginum, sum tryggjar framúr hitaeinangran.

  • Citroen ë-Berlingo van

    Citroen ë-Berlingo van

    Citroen ë-Berlingo van

    Yvirlastindikator

    Nyttulastin í Citroën Berlingo Van liggur millum 581 kg og 912 kg, alt eftir hvørja útgávu tú velur. Tú kanst eisini fáa bilin útgjørdan við yvirlastaindikatori, sum sigur frá, um tú fert út um nyttulastarmarkið á tínum Berlingo Van.

    Berlingo Van Worker

    Extenso®-kabinan við 3 setrum frammi, koyrandi skrivstovu og møguleika fyri at lasta long ting. Betrað vegfesti við Grip Control og Hill Assist Descent, hægri fríhædd (+30 mm) og stór hjól (690 mm) við Mud & Snow-dekkum. Nyttulastin er økt upp í 1.000 kg, og bilurin er útgjørdur við styrktum ljósum og goymsluringum í miðhædd.

    MyCitroën Play

    Við Mirror Screen kanst tú síggja appirnar frá fartelefonini á touchskíggjanum í vørubilinum. Tú setur fartelefonina til við einum kaðali og aktiverar síðani Mirror Screen-funktiónina á bilskíggjanum.

    Kabina við góðari dýpd

    Fyri at økja lastførsluna kann annað setrið dragast aftur, og netskila veggurin glíður aftanfyri setrini. Fyri at optimera rúmd og longd, kanst tú eisini leggja fremra síðu setrið aftur.

  • Suzuki E-Vitara

    Suzuki E-Vitara

    Suzuki E-Vitara

    Samskiftismiðdepil á ferð

    Sambandið við umheimin verður hildið livandi gjøgnum USB, WI-FI, Bluetooth og dátumodulin í bilinum. Við SUZUKI CONNECT fært tú upplýsingar um løðimøguleikar og veðrið á ferðini – og tú kanst eisini hava atgongd til bilin beinleiðis úr stovuni.

    Suzuki Advance Safety System

    Allar VITARA-útgávur hava fullan trygdarpakka, sum m.a. fevnir um adaptivan ferðpilot, koyribanasensor, ávaring um blindvinklar og tvørgangandi ferðslu, automatiskan neyðbremsu og sjálvvirkandi ljósstilling millum nær- og longljós.

    Tvær battarístøddir

    Suzuki eVITARA fæst í trimum útgávum: Club (49 kWh), Active og Adventure (báðar við 61 kWh). Elmotorurin hevur annaðhvørt 144 ella 174 hestakreftir – og við AllGrip-e 4WD fært tú heilar 184 hk.

    Gott beinpláss og smidligheit

    Setrini aftan eru komfortabul og kunnu flytast 16 cm fram ella aftureftir, alt eftir, um tú hevur brúk fyri meira beinpláss ella meira plássi til bagasju. Miðjarmlenið við koppahaldarum og niðurfeldiliga ryggstykkið (40-20-40) geva eina smidliga lastiloysn – uttan at missa seturpláss.