100% elekstriskur vørubilur frá heimsins størsta framleiðara av elakførum.
BYD eTP3 er førandi í sínum flokki við eini koyrilongd á 310 km* (WLTP) og við heili 8-ára battarígaranti/160.000km.
BYD eTP3 vørubilurin er vælegnaður til nógvar uppgávur og hevur snildar goymsluloysnir. eTP3 er júst so sum hann skal vera. Einfaldur og sniðgjørdur at loysa tær uppgávur ein vørubilur skal loysa. Introprísur: 279.990 kr. + mvg
BYD eTP3 koyrur longst uppá eina løðing í sínum flokki. e-TP3 koyrur nevniliga upp til 310 km* (WLTP).
*Røkkið er ávirkað av fleiri viðurskiftum. Millum annað: hita og kulda, lufttrýsti í dekkum, hvørji strekki- og hvussu ein koyrur, umframt at onnur viðurskifti gera seg galdandi.
Løðing
Battarístøddin er 50 kWt og kann skjótløðast úr 30% til 80% uppá 30 minuttir við DC (CCS).
Løðing umvegis AC-løðistøð er áleið 7,5 tímar.
Blade battarítøkni
BYD hevur gingið undan innan menning av battarítøkni í meira enn 27 ár.
BYD eTP3 verður veittur við nýggjastu og mest framkomnu Blade Battarí tøknini. Blade battarí verða mett at vera millum tryggastu battaríir á marknaðinum.
Takkað verið serliga battarípakka bygnaðinum, krevst 50% minni pláss til battaríini samanborið við konvensionell litium-jarnfosfat-battaríir.
Garanti
Tað er trygt at velji ein el-vørubil frá BYD, tí eTP3 verður veittur við 8-ára/160.000 km battarígaranti, umframt 5-ára/100.000 km fabriksgaranti (alt eftir hvat kemur fyrst).
BYD e-TP3 er praktiskur - júst sum ein vørubilur skal vera
eTP3 er sera praktiskur
Vørubilurin hevur tvær skjótihurðar við ella uttan rút. Baklúkan er fest við topphongsli, ið ger tað høgligt at lasta bilin, ella at standa undir lúkuni og gera eitthvørt smáarbeiði. Hann hevur aluminiums dúrk og lastar heili 645 kg.
Innsíða
Bilurin er væl útgjørdur innan við millum øðrum multifunktiónsratti, lyklafríum start/stop, góðum kunstleðursetrum við armleni, el-hondbremsu, el-rútum, kopphaldarum, Bluetooth, umframt aðrari útgerð, sum ein vørubilur skal hava.
Útsíða
Talan er um modernað og praktiskt snið. BYD eTP3 fæst við- ella uttan síðurútar aftan og prísurin er tann sami, við- ella uttan síðurútar.
BYD eTP3 fæst í hvítum (standar litur), ljósagráum, koksgráum og svørtum (metallakk)
Previous image
Next image
Ynskir tú ein royndartúr. Ring ella skriva til okkara.