Starv

Leiðari til verkstaðin

Berg Motors er í stórari menning, og sóknast vit tí eftir einum eldhugaðum og vælskipaðum verkstaðsleiðara til okkara persónbilaverkstað.

Sum verkstaðsleiðari hevur tú ein lyklaleiklut hjá okkum, og ert við til at mynda okkum yvirfyri viðskiftafólkum og veitarum. Tí er sera umráðandi, at tú ert útvend/ur og fyrikomandi.

Arbeiði fevnir í høvuðsheitinum um:

  • Kundamóttøka- og samskifti
  • Innskriving og fakturering
  • Skipan og góðskutrygging av dagliga arbeiðnum
  • Samskifti við okkara veitarar viðv. umvælingum og garanti
  • Handfaring og dagføring av garanti arbeiði
  • Vegleiðing og førleikamenning av verkstaðstoyminum
  • Dagføring og viðlíkahald av verkstaðnum
  • Yvirskipað fíggjarlig ábyrgd

Vit leita eftir einum biltøkningi, ella einum við hollum royndum innan bilar og biltøkni. Eisini er ynskiligt, at tú hevur royndir innan líknandi framleiðsluarbeiði og toymisleiðslu, umframt innlit í fíggjarlig rakstrarviðurskifti. Teldukunnleiki á góðum brúkarastøði er ein treyt.

Somuleiðis vænta vit, at tú hevur eitt lætt og opið lyndi, og at tú dugir væl at samstarva- og samskifta við bæði viðskiftafólk og starvsfelagar. Eisini tá løturnar eru avbjóðandi.

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd. Hjá okkum eru uppgávurnar bæði avbjóðandi og spennandi, og tú kemur at arbeiða í einum jaligum og óformellum umhvørvi, við ábyrgd av dugnaliga mekaniska toyminum á verkstaðnum. Vit leggja nógvan dent á persónligan- og sosialan trivna og førleikamenning, soleiðis at okkara starvsfólk, í góðum arbeiðsumhvørvið, altíð eru væl ílatin til at útinna sínar uppgávur til fulnar. Starvið verður sett skjótast gjørligt, tá rætti viðkomandi er funnin. Løn verður avtalað sambært útbúgving og royndum.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikael Bisp á tlf. 350 114 ella á teldupost [email protected]

Send okkum umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum umvegis heimasíðuna ella til [email protected]

Bilsmiður til okkara mekaniska verkstað

VIT TVÍFALDA ÚRVALIÐ AV BILMERKJUM
Og tí leita vit eftir bilsmiði til okkara mekaniska verkstað

Vilt tú gerast partur av einum arbeiðsplássi í spennandi menning, og at verða við til at seta tín dám á okkara verkstað? So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit søkja eftir dugnaligum og nærløgdum bilsmiði, við áhuga í at arbeiða og mennast innan nýggjastu tøknina. Tínar arbeiðsuppgávur eru millum annað vanligt viðlíkahald og eftirlit, mekaniskar umvælingar, feilfinnan/diagnostisering, umframt aðrar tøkniligar avbjóðingar.

Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum bilsmiður, og enn betri, um tú eisini hevur góðar royndir. Somuleiðis vænta vit, at tú ert álítandi, røkin, hevur gott sjálvstøðugt handalag, tekniskt tev og dugir væl at samstarva og samskifta við onnur.

Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv, í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd. Hjá okkum eru uppgávurnar bæði fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú kemur at arbeiða í einum jaligum og óformellum umhvørvi, har tú verður partur av dugnaliga og væl smurda mekaniska toyminum á verkstaðnum.

Vit leggja dent á persónligan- og sosialan trivna, og tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk eru væl ílatin til at útinna sínar uppgávur til fulnar, og tí bjóða vit góðar møguleikar fyri fakligari menning.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og løn verður avtalað sambært útbúgving og royndum.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikael Bisp á tlf 31 35 35 ella umvegis teldupost til [email protected]

Send okkum umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum umvegis heimasíðuna ella til [email protected]

Scroll to Top