DROP OFF
KERAMSIK LAKKVERJA
Drop Off er ein keramisk viðgerð sum styrkir og verjir lakk, glas og aðrar flatur. Við Drop Off er tað eitt spæl at halda bilin reinan og skínandi blankan.
Bilurin fær longri livitíð og økt virði
Drop Off er ein keramisk viðgerð, ið styrkir og verjir lakk, glas og aðrar flatur móti: vegsalti, UV-strálum, sólarljósi, frosti, fuglaskevetti, støvi, steinsløgum, avfeittara og øðrum evnum.
Drop Off er ein harðfør gjøgnumskygd forsegling, sum við nærlagni verður smurd á lakk, glas o.a. flatur og sum fer í allar mikrokopiskar rivur og styrkir og verjir bilin í langa tíð. Samstundis tryggjar viðgerðin at óreinska ikki setur seg fasta, og vata perlar av bilinum. Av hesi orsøk verður bilurin nógv lættari at halda og er skínandi blankur.
Drop Off er bæði til nýggjar og brúktar bilar
Drop Off kann nýtast til allar bilar og merkir. Hevur tú ein nýggjan bil, fær Drop Off viðgerðin bilin at síggja út sum nýggjur í langa tíð. Hevur tú ein brúktan bil, so fer bilurin heilt víst at síggja nýggjari út.


VIÐLÍKAHALD OG 5-ÁRA GARANTI
Allir bilar skulu vaskast við jøvnum millumbilum. Fyrimunurin við Drop Off er, at óreinska ikki festur seg eins lætt lætt á lakk og flatur og vatn perlar av lakkinum.
Bilurin skal ikki vaskast ta fyrstu vikuna eftir eina Drop Off viðgerð. Orsøkin til hetta er, at ta fyrstu vikuna eftir viðgerð skal evni harðna og seta seg í lakkið. Tó so, kemur fuglaskvettur á lakkið, skal tað fáast burtur sum skjóatst við køldum vatni.
Eftir einari viku kann bilurin vaskast sum vænt. Mælt verður til, at bilurin verður vaskaður við Drop Off Keramisk Shampoo hvørja 5.-7. ferð vaskað verður. Hetta produktið tryggjar at bilurin varveitir djúpa glansin og at vatn lættliga rennir av lakkinum.
Tá tú velur eina keramiska viðgerð frá Drop Off, hevur tað alstóran týdning at tú kemur til árligt eftir hjá okkum við bilinum til Top Gloss háglansfinsh viðgerð. Á hendan hátt varveitir tú 5-ára garantiið, sum fylgir við viðgerðini.
PRÍSUR ÚR 4.990 kr.
PRÍSUR
- Lítil bilur (t.d.. Suzuki Ignis, Swift og Swace) ella aðrir líknandi bilar í somu stødd: 4.990 kr.*
- Miðal stórur bilur (t.d. Suzuki Vitara, S-Cross, Subaru Outback, Forrester, XV, Solterra og/ella Aiways U5, U6) ella líknandi bilar í somu stødd: 5.990 kr.*
- Stórur bilur/vøruvognur: 6.590 kr.*
*Prísurin er vegleiðandi, tí alt eftir hvørjum standi lakkið er í, so má støða takast til hvussu nógv forarbeiði má gerast viðv. at reinsa polera o.s.fr.
Ynskir tú at hoyra meira um Drop Off
Hygg innar ella skriva til info@bergmotors.fo ella ring 313535 – vit eru altíð til reiðar








