VIT TVÍFALDA ÚRVALIÐ AV BILMERKJUM

Og tí leita vit eftir goymslufólki til okkara eykalutagoymslu

Vilt tú gerast partur av einum arbeiðsplássi í spennandi menning, og at verða við til at skipa og røkja okkara eykalutagoymslu? So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit søkja eftir nærløgdum og ágrýtnum goymslufólki, við skili fyri týdninginum av einari vælskipaðari goymslu.

Tínar arbeiðsuppgávur eru millum annað bílegging, móttøka og søla av vørum, umframt at tryggja at vørurnar eru á røttum stað, bæði á goymsluni- og í goymsluskipanini.

Vit vænta, at tú hevur góðan telduførleika, eitt lætt og opið lyndi og dugir væl at samstarva- og samskifta við bæði starvsfelagar og viðskiftafólk. Somuleiðis vænta vit, at tú ert álítandi, røkin og hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag

Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd. Hjá okkum eru uppgávurnar bæði fjølbroyttar og spennandi, og tú kemur at arbeiða í einum jaligum og óformellum umhvørvi, har tú verður partur av dugnaliga goymslutoyminum, sum er knúturin ímillum allar okkara deildir.

Vit leggja dent á persónligan- og sosialan trivna, og tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk eru væl ílatin til at útinna sínar uppgávur til fulnar, og i bjóða vit góðar møguleikar fyri fakligari menning.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og løn verður avtalað sambært royndum og útbúgving.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikael Bisp á tlf 31 35 35 ella umvegis teldupost til [email protected]

Send okkum umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum umvegis heimasíðuna ella til [email protected]

Scroll to Top