Klárgeringin er ein trygd fyri kundan.

Berg Motors hava eina deild burturav til klárgering av nýggjum og brúktum bilum. Klárgering av bilum hevur stóran týdning og er ein trygd fyri kundan. At alt er væl frágingið og allar funktiónir í bilinum virka sum tær skulu.

Tá nýggir bilar koma til landið, eru teir klárgjørdir frá útflytaranum sum ein flutningsvøra, t.d. er í meira lagi av luft í dekkunum, el-sikringar eru tiknar úr, og uttan eru teir innsmurdir fyri at verja lakkið. Tí hava vit eina deild, sum burturav tekur sær av at klárgera nýggjar og brúktar bilar umframt Avis leigubilarnar.

Vit bjóða nú øllum kundum, møguleikan at ogna sær nýggju vøruna AUTOSHINE. Við AUTOSHINE hevur tú 4 vælmøguleikar frá Basic til Premium ++ sum kann síggjast á talvunum omanfyri. Hetta er eisini ein liður í nútíðargerð av virkseminum hjá Berg Motors. Vøran kann bíleggjast við at venda sær til okkara søludeild. á tel. 31 35 35

Berg Motors