Fígging
Um tú skalt hava ein nýggjan ella brúktan bil, kann Berg Motors bjóða tær billán. Vit hjálpa tær við at fáa yvirlit yvir fíggjarkostnað og avgreiða øll viðurskifti saman við peningastovni.
Vinnuleasing
Fyritøkur broytast og nýggir tørvir spretta. At langleiga í staðin fyri at keypa gevur størri fíggjarligt rásarúm. Fíggjarorkan kann heldur nýtast til kjarnuvirksemið í tíni fyritøku. Avtalan ger, at tú kanst skifta bilar uttan stór sveiggj í kostnaðinum.
Fyrimunirnir við leasing
- Størri fleksibilitet
- Lættari at gera fíggjarætlan
- Størri dent á kjarnuvirksemið
- Møguleikar at menna rakstrartól
- Tú sleppur undan MVG-útreiðslu, tí leasingavtalan fíggjar bilin fyri teg.