
Ert tú tann sum bara fær alt at koyra?
Og hevur tú góð evni at halda yvirlit, skapa framdrátt saman við øðrum og tryggja, at arbeiðið flytir seg rætta vegin til røttu tíð?
So er tað kanska júst tær, vit leita eftir, sum samskipara til søludeildina hjá Berg Motors.
Um starvið
Sum samskipari verður tú ein virkin og týðandi partur av søludeildini, og eitt bindilið ímillum bæði innanhýsis deildir, utannhýsis veitarar og samstarvsfelagar.
Uppgávurnar fevna breitt, eitt nú frá umsiting og dagføring av skrásetingum, innanhýsis skjølum og mannagongdum, til samskifti við viðskiftafólk og veitarar, og samskipan- og heintan av nýggjum bilum og koyring til og frá okkara ymsu samstarvsfelagum. Hetta merkir, at arbeiðsdagarnir eru fjølbroyttir, og tú verður við til at skapa yvirlit, raðfesta og tryggja, at arbeiðsgongdirnar í samband við sølu av bilum altíð eru uppfylgdar.
Tú hevur ábyrgd av, at tryggja røttu karmarnir fyri okkara sølufólk til at savna seg um søluarbeiði, og veita okkara viðskiftafólkum eina álítandi og góða tænastu. Eisini fert tú at seta tín egna dám á arbeiðsgongdirnar, við at stuðla undir og styrkja verandi mannagongdir.
Arbeiðsuppgávur:
• Skipan av dagligum uppgávum og tryggja yvirlit yvir arbeiðsgongdir
• Virka sum bindilið millum bæði innanhýsis toymir og uttanhýsis veitarir
• Umsiting og dagføring av nýggjum og brúktum bilum
• Viðlíkhalda og betra mannagongdir og samstarv tvørtur um deildir
• Kundatænasta- og samskifti
Vit ímynda okkum, at tú:
• Hevur góð evni at samskipa, raðfesta og samskifta
• Ert skipað/ur og hevur eyga fyri smálutum
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt umframt í toymi
• Trívist í einum umhvørvi, har ting broytast og mugu umraðfestast skjótt
• Tú ert støðug/ur og smidlig/ur
• Torir at taka neyðugar avgerðir
• Hevur góðan teldukunnleika, og royndir innan samskipan og umsiting
Royndir innan bilavinnuna er als ikki eitt krav, hóast jalig tilgongd, rættur hugburður og vilji til at læra verður væntað av tær.
Vit bjóða:
• Fjølbroytt og týðandi starv, har tú veruliga gert mun
• Eitt spennandi umhvørvi, har nógv er á skránni og stutt frá orð til gerð
• Ávirkan á hvønn arbeiðsdag
• Sterkan felagsskap og trivnað í einum óformellum umhvørvið
• Møguleikar fyri víðari menning og ábyrgd
• Møguleika fyri fleksiblari arbeiðstíð
Um Berg Motors
Berg Motors er ein av elstu bilasølunum í Føroyum, tó eru vit alt annað enn gamaldags. Hjá okkum starvast umleið 30 ymisk, dugnalig fólk, bæði roynd og ung. Vit hava ein sterkan felagsskap, og leggja dent á virðing, arbeiðsgleði og at lyfta í felag. Eisini tá ferðin er høg.
Vit arbeiða dagliga við sølu av bilum, lastbilum og eykalutum, umframt verkstaðsarbeiði, plátu- og lakkeringsarbeiði og bilaleigu.
Umsókn og freist:
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu sendast til [email protected]
Starvið verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Setanar- og lønarviðurskifti verða ásett eftir nærri avtalu, við støði í viðkomandi royndum.
Samband:
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara. Eisini um tú ivast í, um starvið hóskar til tín.
Ring til Hall Onghamar, sølu- og marknaðarleiðari, á tlf. 20 35 31 ella skriva til [email protected]