NÝGGI KIA XCEED CROSSOVER BJÓÐAR EIN STÝLFULLAN OG LIVANDI MØGULEIKA TIL TEIR SIÐBUNDNU VERANDI SUV Presseboð • Jun 05, 2019 09:00 CEST

Tann nýggi Kia XCeed er samanlagt praktiskur, rúmmiligur og hevur samstundis eitt sera flott snið. Hetta er fyrsta bílat, av nýggja KIA XCeed urban crossover, sum verður vístur alment fram seinni í 2019.

Tann nýggi Kia CUV er sera stílreinur, livandi við einum framkomnum sniði, ein meira sporty møguleiki, í mun til teir siðbundnu størru SUV, í eru á marknaðinum. Hesin coupé líknandi nýggi XCeed, er sniðgivin undir leiðslu av Gregory Guillaume, vara forseta á sniðdeildini, hjá Kia Motors Europe.

Samansetningurin av broyttu koyrihædd, gevur hesum bilinum meira av sporty koyrilegu, í samanbering við ein SUV. Og koyrihæddin gevur førarinum eina rættari koyrilegu og betri róð og orientering á vegnum, enn ein vanligur hatcback. 

Nýggi Kia XCeed hevur eitt meira máttmikið snið, sum kemur væl til sjóndar. Og samstundis hevur hann eina rúmliga kabinu og viðførisrúm við ein rúmd, sum svarar til Europa best seljandi SUV´ara á marknaðinum.

Emilio Herrera, rakstrar leiðari hjá KIA Motors Europe, útalar seg soleiðis: “Hetta sporty sniði og tann sporty støða tann nýggi Kia XCeed hevur. Ger hann til ein meira áhugaverdan bil, í mun til fleiri hæggri og størri SUV´arar. Hesin bilurin bleiv vístur fram í Frankfurt tann 26 juni 2019.  Spennandi verður at síggja bilin tá ið hann kemur út alment seinni í ár.

Kia XCeed er millum teir fyrstu í Europa við tí inovativu UVO Connect-teleskipan. Við hesi skipan verður hesin bilurin partur av tí talgildiga tíðaraskeiðinum. OVO Connect skipanin, samanbindur førarin og alt rundan um førarin. Og skipanin leverar alla upplýsing, via tochskermin í bilinum og smarttelifonina hjá førarinum. Meira kunnung seinni um hendan spennandi bil, sum helst fer at verða tykkara næsti nýggi bilur. 

Onnur tíðindi