PERSÓNUPPLÝSINGARPOLITIKKUR/DÁTUVERNDARKUNNING FYRI VIÐSKIFTAFÓLK

Endamálið við hesum politikki er at lýsa hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

Dátuábyrgdari

SP/F Berg Motors er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:

SP/F Berg Motors
Staravegur 1-3
100 – Tórshavn
Teldupostur: [email protected]
Tlf: +298 31 35 35

Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, er tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Innsavning av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-adressa og MAC-adressa, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.
Vit savna persónupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.

  • Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við keyp og sølu og viðskiftafólk annars
    Vit hava tørv á kundans navn, bústað, teldupost, telefonnummar og bankaupplýsingar. Endamálið við at savna hesar upplýsingar er, at vit kunna veita okkara tænastu.
  • Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis samband
    Um tú setur teg í samband við okkum umvegis okkara móttøku, teldupost, telefon ella á annan hátt, so savna vit persónupplýsingar um teg, soleiðis at vit kunnu svara tínum fyrispurningi. Tað kann vera navn, teldupost og/ella telefonnummar. Vit kunnu eisini skráseta aðrar upplýsingar, sum tú velur at geva okkum. Hetta kann t.d. vera bústaður.

Viðgerðarheimild

Øll okkara viðgerð av persónupplýsingum fer fram sambært galdandi lógarreglum, og er henda viðgerð grundað á fylgjandi:

  • DVL: §8 stk 1, nr. 2: Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum skrásetti er partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá skrásetta er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin.


Hvussu leingi goyma vit tínar persónupplýsingar?
Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið, sum tíni dátu eru skrásett til og verða brúkt til.
Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu ella eina vøru – tó altíð í 5 ár sambært roknskaparlóggávuni.


Víðarilatan av persónupplýsingum
Samstarvspartar og KT-veitarar

Vit nýta bæði KT-tænastur og -skipanir. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónupplýsingar. Summar av hesum skipanum verða hýstar lokalt, ímeðan aðrar verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum. Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveit í samband við slíkar dátuflytingar.

Tíni rættindi

Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum:

Rætt til at afturkalla eitt samtykki
Um okkara viðger av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónupplýsingar, sum var grundað á samtykki.
Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Rætt til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Rætt til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.

Rætt til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar peronsupplýsingar í serligum førum.

Rætt til mótmæli
Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til, at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætt til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjað.

Rætt til dátuflutning
Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Samband og kærumøguleikar

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:

SP/F Berg Motors
Staravegur 1-3
100 Tórshavn
[email protected]

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo

Scroll to Top