Soleiðis brúkar tú dekk bøtiútgerðina

Flest allir nýggir bilar hava ikki eykahjól, men verða veittir við serligari bøtiútgerð. Vit vilja við hesum greiða frá hvussu útgerðin í fleiri førum kann vera ein góð hjálp, um tú ert so óheppin at punktera.

Stig 1/10

Set bilin á slætt og fast undirlag burturfrá ferðsluni. Set ávaringartrýkantin fram. Tendra ávarðingar blunkljósini, um tú metir tað vera neyðugt.

Stig 2/10

Kanna dekkið og met um bøtiamboð kann brúkast. 1: Punteringin má ikki vera størri enn 4 mm í diametur. 2: Rivur mugu ikki vera á dekksíðunum og felgan skal ikki vera skødd. 3: Tak IKKI burtur seym, skrúvu ella annað úr dekkinum.

Stig 3/10

Tak bøtiútgerðina úr viðførisrúminum. Hesir fimm lutir eiga at vera saman við útgerðini. 1: Luftkompressari. 2: Fløska við bøtivesku. 3: Luftslanga. 4: Streymstikk (12Volt) 5: Max 80 km/t feravmarkingarlepi.

Stig 4/10

Tak lokið av fløskuni við bøtivesku og skrúva fløskuna í kompressaran.

Stig 5/10

Skrúva ventilhettuna av ventilinum og set kompressaraslanguna væl á ventilin.

Stig 6/10

Set streymstikkið frá kompressaranum til 12 voltsstikkið í bilinum.

Stig 7/10

Tendra motorin. Tendra kompressaran og pumpa dekkið upp til rætta dekktrýstið (kunning um rætta dekktrýst finnur tú oftast á hurðastópanum í førarasíðu á bilinum). Tað eigur í mesta lagi at taka 10 minuttir at pumpa dekkið upp. Tekur hetta longri tíð, kann punkteringin ikki verða bøtt á hendan hátt.

Stig 8/10

Tú kanst koyra tá dekkið er pumpað upp, men koyr varliga og ikki skjótari enn 80 km/t..

Stig 9/10

Tá tú hevur koyrt áleið 10 kilometrar, kanna tá eftir at lufttrýstið framvegis er ílagið. Um neyðugt, fyll so meira luft í dekkið. Er dekktrýstið framhaldandi støðugt, kanst tú koyra til nærmasta Suzuki-umboð at umvæla dekkið á fullgóðan hátt.

Stig 10/10

Víst verður eisini til leiðbeiningarbókina ella framsíðuna á kompressaranum, har eisini verður greitt frá hvussu bøtiútgerðin skal brúkast. Misnt til at keypa nýggja fløsku við bøtivesku, sum tú leggur í bilin, um tú aftur skuldi verið so óheppin at hava brúk fyri tí aftur.

Scroll to Top