Títt Scania umboð í Føroyum
Søla, eykalutir og verkstað á einum stað. Leasing av Scania er eisini undir sama takið
Vit hava umboðað Scania síðan 1980. Nógv er broytt ígjøgnum árini. Tey snið bilarnir tá høvdu, og sum vóru teir nýggjastu á marknaðinum, eru ídag ellisakfør.
Ídag hyggja vit at Biogas, gas, hybrid og El-lastbilum. Tað so væl dámda ljóði av einum átta sylindraðum hvørvur so líðandi. Alt verður hvirt. Tó so, framyvir fáast tey motorljóð, einum dámar best – bara uttan motorin.
Men líkamikið, so eru vit enn til dystin fús í dag eins og í 1980, og hevur tú tørv á einum nýggjum Scania, lat so okkum frætta, so vit kunnu snikka ein bil saman til títt endamál. Tú kanst eisini royna “configurator” inni á Scania heimasíðuni, har tú somuleiðis kanst lesa um alt, ið vit hava at bjóða.


Ígjøgnum árini er stór broyting farin fram, hvussu skrokkur og bilarnir sum heild eru samansettir. Fyrr vóru tað skiftilykil og tong, sum vóru neyðug amboð. Í dag er tað meir og meir teldur sum stýra gongdini.
Hetta hevur eisini havt stórar broytingar við sær innan umvælingar. Her er neyðugt við royndum fólki til at loysa teir ymisku trupuleikarnar sum koma fyri.
Á okkara verkstaðið hava vit roynd og skúlað fólk til at taka sær av hesum.
Hevur tú tørv á hjálp, set teg í samband við Ólav á 223505, ella støkk inn á gólvi og fá eina tíð. Arbeiði verður skjótt og væl úr hondum greitt.
– Tí tað er á vegnum bilurin skal vera, ikki á verkstaðnum.
Einaferð Scania,
altíð Scania
Á hesum báðum myndinum eru smádreingirnir vorðnir vaksnir menn





Nigel Bussey
Avis/Budget Klárgering





Eyðbjørn Eliasen
Sveinur / mekanikari




















