Slag: Crossover

  • REANAULT CAPTUR INTENS

    REANAULT CAPTUR INTENS

    REANAULT CAPTUR INTENS

    Prísur
    149.000,-

    Prísur upplýstur við mvg.

    Model Renault
    Árgangur 3/2021
    Kilometrar 94.000 km
    Litur Blátt
    Skráseting HP982
    Gear Aut.
    Setur 5
    Hurðar 4/5
    Brennievni Bensin
    Seinast sýnaður 05/2025

    Útgerðslisti

    Komfort & útgerð

    Hiti í róðrinum
    El-rútar
    El-spegl
    Lyklafrískipan
    Aircondition
    Tónaðar rútar

    Trygdar- og assistentskipanir

    Hill Start Assist
    Lane-assistant
    Fartpilot
    Bakkikamera
    Sensorar aftan og framman
    Skelta minni/lesara
    Dekktrýstmátara (TPMS)
    ISOFIX
    Regnsensor

    Ljós

    Automatisk upp- og niðurblending
    Automatisk ljós

    Multimedia

    Touch display
    GPS
    Bluetooth
    USB / AUX
    DAB+ radio
    Premium ljóðskipan

    Drívlinja

    Forhjóltrekk
    Automatiskt gear

    Onnur útgerð

    Alufelgur
    El handbremsa

    Vilt tú royna bilin?

  • Opel Frontera

    Opel Frontera

    Opel Frontera

    Elektriskur SUV

    Frontera er ein lítil, rúmligur SUV, sum sameinar funktiónalitet, snildar loysnir, ergonomi og flott snið. Nýggi Opel Frontera fæst bæði sum elbilur og við 48-volt hybridtøkni.

  • Opel Mokka-e

    Opel Mokka-e

    Opel Mokka-e

    Vegurin er tín

    Við koyristillingunum Sport, Eco og Normal kanst tú laga Mokka Electric til júst tín koyristil. Hvør einstøk stilling er serlig viðvíkjandi gearing, pedalbrúki, servostýring og køliskipanum. Sport-stillingin økir um koyridynamikkin, Eco-stillingin gevur tær meira orkuvinarliga koyring, og Normal-stillingin er ein samanseting av hinum báðum.

    Næstan alt er standard

    Stílurin verður lyftur upp á eitt enn hægri stig við eyðkendu aluminiumfelgunum í 16″, 17″ ella 18″¹. Og Mokka Electric sær eins imponerandi út, sum hann koyrir. ¹ Treytast av útgerðarnivá.

    Áhugaverdur úr øllum sjónarhornum.

    Mokka Electric er áhugaverdur úr øllum sjónarhornum. Frá hvørjari linju og smálut til tey ultratynnu LED®-afturljósini verður eitt dynamiskt snið sameint við nýmótans og framkomna funktiónalitet.

    Minni bíðitíð. Meira virkni.

    Løða skjótt, lætt og smidliga – heimanífrá ella frá almennari løðingarstøð. Løðingartíðin undir bestu treytum við skund-/lynløðing frá 0–80% er 30 minuttir við hægstu løðingarevni á 100 kW¹. Fá fulla nyttu burturúr fleksiblu løðingarmøguleikunum hjá Mokka Electric.

    Adaptivur fartpilotur

    Við einum adaptivum fartpiloti nýtist tær ikki at geva avkall á trygdina fyri at njóta eina behagiliga og avslappandi koyritúr. Skipanin skjótar upp og bremsar sjálvvirkandi fyri at tryggja, at frástøðan til bilin frammanfyri altíð verður hildin.

    Parkeringsassistent

    Fá eina fullkomna parkering at síggja lætta út. Nútímans parkeringshjálparin hjá Mokka Electric¹ stýrir rattinum og leiðir teg á pláss, meðan tú bert skalt stýra bremsu og spenni. Skipanin hjálpir tær at finna parkering og sigur frá, um plássið er stórt nokk. Eftir parkering hjálpir hon eisini við at fáa teg trygt út á vegin aftur. ¹ Treytast av útgerðarnivá.

    Digital instrumentering

    Tann sofistikeraði, einfaldi og krystallklári Opel Pure Panel á 12″¹ gevur tær alla ta upplýsing, tú hevur tørv á. Allar óneyðugar upplýsingar og sjónliga órógvandi element eru tikin burtur, so tú fært eina heilt einfalda og greiða uppliving. ¹ Treytast av útgerðarnivá.

    180° panorama bakkamera

    Panorama bakkameraið¹ gevur tær ein 180° sjónarring aftureftir, skrásetur og framhevur lutir í nánd og letur teg síggja ferðslu, sum kemur frá síðunum. ¹ Treytast av útgerðarnivá.

  • Citröen ë-c3

    Citröen ë-c3

    Citröen ë-c3

    Væl útgjørdur

    Í ë-C3 brúkar tú ein 10,25” touch-skíggja* í miðjuni fyri at stýra undirhaldstænastunum. Við tráðleysum WiFi* kanst tú lættliga knýta fartelefonina tína til Apple CarPlay ella Android Auto*. Umframt hetta fært tú skjóta atgongd til skipanina við teimum nógvu stýritøkkunum á rattinum. *Treytað av útgerðsútgávu.

    Best in class komfort

    Við ë-C3 fært tú fyri fyrstu ferð í býarbilum: Citroën Advanced Comfort®.

    Elektriskur – heilt einfalt

    Nýggi ë-C3 er bygdur á eina snildan og effektiva altjóða platform, mentur í Evropa. Battarípakkin á 44 kWh gevur eina koyrilongd upp til 320 km*, og undir góðum treytum kann bilurin skjótløðast frá 20–80% uppá bert 26 minuttir við hægstu løðingarorku (100 kW DC). *Treytast av umstøðum.