Slag: SUV

  • Citroën ë-C3 Aircross

    Citroën ë-C3 Aircross

    Citroën ë-C3 Aircross

    Løtt løðing

    ë-C3 Aircross kann løðast úr 20% upp í 80% upp á niður í 26 minuttir við eini mesta løðieffekt upp á 100 kW DC (umleið 100 km upp á 10 minuttir). Við eSolutions-appini fært tú atgongd til meira enn 600.000 almennar løðistaðir kring alt Evropa.

    Koyr uttan trupulleikar við e-Routes

    Við e-Routes-appini kanst tú økja um elektrisku koyringina við at fáa vegleiðing um ta mest orkusnildu leiðina – grundað á tín koyristíl og battarístøðið. Finn næsta løðistað á leiðini og koyr víðari – uttan stress.

    Meira røkki – meira frælsi

    Elmotorurin við 113 hk / 83 kW er idealur til bæði dagliga koyring og longri túrar. 44 kWh-battaríið tryggjar eitt koyristrekki upp til 300 km* (*WLTP-góðkenning er í viðgerð)

  • Peugoet E-5008

    Peugoet E-5008

    Peugoet E-5008

    Megi og snildni í hvørjum smáluti

    Grand SUV E-5008 sameinir kraft og snið við einastandandi tøkni. Hvør smálutur er hugsaður til fullnar – frá køliristini framman við innbygdum búmerki til LED-ljós og serstakar aluminiumslitir.

    Nýtt Panoramic i-Cockpit

    Panoramic i-Cockpit gevur eina framúr góða uppliving við 21″ HD-skíggja (GT) ella tveimum 10″ skíggjum (Allure), sum stýra ferð, loftviðurskiftum og miðlum.

    Frælsi uttan mørk

    Elektrisk styrki við upp til 500 km koyristrekki og skjótari DC-ladding upp til 160 kW.

    Pláss, komfort og lætt atgongd

    Pláss og fleksibilitetur til 7 fólk, rúmligt bagasjurúm (upp til 1.815 l) og skjótt atgongd til triðju seturrøð – perfekt til bæði familju og frítíð.

  • Peugeot E-2008

    Peugeot E-2008

    Peugeot E-2008

    Peugeot i-Cockpit

    Sermerkta i-Cockpit sniðið fevnir um eitt lítið og smidligt ratt, eina 3D holografiska* digitala instrumenttavlu, sum tú kanst stilla, ein 10” HD touchskíggja** og elegantar “piano-knøttar”. * Treytað av útgerð ** Treytað av útgávu

    Bagasjurúm við eyka plássi

    Bagasjubotnur við 2 stillingarstigum er lættur at brúka. Tá ið aftara setrini verða feld niður, fært tú ein heilt slættan botn og eitt bagasjurúm upp til 1.467 litrar.

    Føraassistantsskipanir

    PEUGEOT Drive Assist Plus* – Parkeringshjálp við nýggjum HF-kameraum framman og aftan og 360° yvirliti** – Blindvinklaaðvísari – Sjálvvirkandi skift millum nær- og longljós** * Treytað av útgerð ** Treytað av útgávu.

    Advanced Grip-Control

    Sandur ella kava – uttan mun til hvørjum vegi, tú koyrir á, tryggjar Advanced Grip Control* í Peugeot 2008, at tú altíð hevur gott vegfesti. Og tá tú koyrir oman brattar brekkur, hjálpir Hill Assist Descent Control við at stýra ferðini. * Treytað av útgerð.

  • Subaru Forester

    Subaru Forester

    Subaru Forester

    Sniðgivin við føraranum í miðdeplinum

    Forester er sniðgvin við tí fyri eygað, at førarin skal hava so gott útsýni sum tilber, fyri at fáa mest møguligt yvirlit og harvið eisini trygd.

    Funktiónalitetur í hásæti

    Forester er fullur av snildum funktiónum, sum gera gerandisdagin lættari, sum tildømis trinbretti vð bakhurðarnar til at røkka til last á takinum og nógv goymslurúm og koppahaldarar eru standard.

  • Peugeot E-3008

    Peugeot E-3008

    Peugeot E-3008

    Innan

    Ein elektriskur SUV, sum skarar framúr. Uppliv einastandandi sniðið, sum hevur tryggjað modellinum bæði viðurkenning og virðislønir.

    i-Cockpit

    Uppliv eina eleganta innrætting, har snið, komfort og tøkni ganga hond í hond. Fá atgongd til eksklusivar funktiónir sum millum annað nýggja Panorama i-Cockpit hevur at bjóða.

    Føraassistent skipanir

    Uppliv funktiónirnar, ið lyfta koyriupplivingina upp á eitt nýtt stig. Frá framkomnum koyrihjálparskipanum til snildar online loysnir.