Slag: SUV

  • Suzuki E-Vitara

    Suzuki E-Vitara

    Suzuki E-Vitara

    Samskiftismiðdepil á ferð

    Sambandið við umheimin verður hildið livandi gjøgnum USB, WI-FI, Bluetooth og dátumodulin í bilinum. Við SUZUKI CONNECT fært tú upplýsingar um løðimøguleikar og veðrið á ferðini – og tú kanst eisini hava atgongd til bilin beinleiðis úr stovuni.

    Suzuki Advance Safety System

    Allar VITARA-útgávur hava fullan trygdarpakka, sum m.a. fevnir um adaptivan ferðpilot, koyribanasensor, ávaring um blindvinklar og tvørgangandi ferðslu, automatiskan neyðbremsu og sjálvvirkandi ljósstilling millum nær- og longljós.

    Tvær battarístøddir

    Suzuki eVITARA fæst í trimum útgávum: Club (49 kWh), Active og Adventure (báðar við 61 kWh). Elmotorurin hevur annaðhvørt 144 ella 174 hestakreftir – og við AllGrip-e 4WD fært tú heilar 184 hk.

    Gott beinpláss og smidligheit

    Setrini aftan eru komfortabul og kunnu flytast 16 cm fram ella aftureftir, alt eftir, um tú hevur brúk fyri meira beinpláss ella meira plássi til bagasju. Miðjarmlenið við koppahaldarum og niðurfeldiliga ryggstykkið (40-20-40) geva eina smidliga lastiloysn – uttan at missa seturpláss.

  • Suzuki Vitara Hybrid

    Suzuki Vitara Hybrid

    Suzuki Vitara Hybrid

    Luksus SUV-kabina

    Í Vitara fært tú infotainment til túrin á einum elegantum 9″ HD-skíggja. Multimediaskipanin, aktivi ferðarpiloturin og telefonsamrøður kunnu lætt og trygt stýrast beinleiðis frá rattinum.

    Nýggj flott multimediaskipan

    Suzuki Vitara er nú útgjørdur við eini nýggjari og flottari multimediaskipan við DAB+ útvarpi, navigatión og einum trykknæmiliga 9″ HD-skíggja.

    Trygdin í hásæti

    Karrosseriið er ment út frá TECT-konseptinum hjá Suzuki, sum við einari bæði lættari og sterkari uppbygging optimerar trygdina hjá ferðafólkunum.

    AllGrip Select – fýrahjólstrekk skipan*

    Skipanin hevur fýra stillingar: Auto, Sport, Snow og Lock, sum tú kanst velja eftir tørvi við at snara lítla snaringarknøttin, ið situr millum framsetrini. *Eykaútgerð

  • Suzuki S-CROSS Hybrid

    Suzuki S-CROSS Hybrid

    Suzuki S-CROSS Hybrid

    Stórur og væl útgjørdur

    Gott pláss og gott útsýni eru nakrar av funkitónunum, sum gera nýggju Suzuki S-Cross til tann fullkomna familjubilin.

    Framúrskarandi standardútgerð

    Suzuki S-Cross fæst í trimum útgávum: Comfort, Active og Adventure. Longu í Comfort-modellinum er útgerðarlistin imponerandi í mun til prísin.

    Gott pláss

    Suzuki S-Cross er ein stórur og rúmligur familju-SUV, ið imponerar við einum stílføgrum og eyðkendum útsjóndi, framkomnari trygdarútgerð og flottari innrætting við nógvum snildum funksjónum.

    Útgerð við hægsta standardi

    Sjálvt í bíligastu útgávuni av S-Cross fært tú ótrúliga nógv útgerð fyri pengarnar. Til dømis framkomna trygdarútgerð sum automatiska neyðbremsu, aktiva ferðarpilot og skiltekenning. Eisini eru multimediskipan, bakkikamera og LED-ljós framman og aftan við í standardútgerðini.

  • Opel Grandland Electric

    Opel Grandland Electric

    Opel Grandland Electric

    Multimedialoysnir

    10” touchskíggi við litvísing og 10” upplýsingaskíggi til føraran, Bluetooth®, tráðleyst Apple CarPlay og Android Auto.

    Intelli-Seats við framúrskarandi komfort

    Í bæði Edition- og GS-útgávunum eru setrini útgjørd við einari miðjukanal, sum minkar um trýstið á niðara partin av rygginum. GS-setrini, sum hava handliga 10-vegs stilling, eru AGR-góðkend og fáast við longdari seturpútu, 4-vegs stillingum, høvdapúta og lendarstillan.

    Koyrilongd upp til 580 km*

    Motorurin við 210 hestakreftum og skjótari akseleratión upp á 345 Nm gevur tær nógva koyrigleði. *Galdandi fyri Long Range-modellin. Væntast at vera tøkur síðst í 2025. *Treytað av koyristíli, ferð, veðri og útgerð.

    Edge Lighting-ljósskipan

    Grandland er sniðgivin við serligu Edge Lighting-ljósskipanini – heilt uttan skaðiligt krom. Prentaða modellheiti, hurðasniðið og klæðningurin úr endurnýttum tilfari eru dømi um, hvussu Opel hugsar umhvørvisvinaligt snið og ábyrgd.

  • Opel Frontera

    Opel Frontera

    Opel Frontera

    Elektriskur SUV

    Frontera er ein lítil, rúmligur SUV, sum sameinar funktiónalitet, snildar loysnir, ergonomi og flott snið. Nýggi Opel Frontera fæst bæði sum elbilur og við 48-volt hybridtøkni.

  • Citroën ë-C3 Aircross

    Citroën ë-C3 Aircross

    Citroën ë-C3 Aircross

    Løtt løðing

    ë-C3 Aircross kann løðast úr 20% upp í 80% upp á niður í 26 minuttir við eini mesta løðieffekt upp á 100 kW DC (umleið 100 km upp á 10 minuttir). Við eSolutions-appini fært tú atgongd til meira enn 600.000 almennar løðistaðir kring alt Evropa.

    Koyr uttan trupulleikar við e-Routes

    Við e-Routes-appini kanst tú økja um elektrisku koyringina við at fáa vegleiðing um ta mest orkusnildu leiðina – grundað á tín koyristíl og battarístøðið. Finn næsta løðistað á leiðini og koyr víðari – uttan stress.

    Meira røkki – meira frælsi

    Elmotorurin við 113 hk / 83 kW er idealur til bæði dagliga koyring og longri túrar. 44 kWh-battaríið tryggjar eitt koyristrekki upp til 300 km* (*WLTP-góðkenning er í viðgerð)

  • Peugoet E-5008

    Peugoet E-5008

    Peugoet E-5008

    Megi og snildni í hvørjum smáluti

    Grand SUV E-5008 sameinir kraft og snið við einastandandi tøkni. Hvør smálutur er hugsaður til fullnar – frá køliristini framman við innbygdum búmerki til LED-ljós og serstakar aluminiumslitir.

    Nýtt Panoramic i-Cockpit

    Panoramic i-Cockpit gevur eina framúr góða uppliving við 21″ HD-skíggja (GT) ella tveimum 10″ skíggjum (Allure), sum stýra ferð, loftviðurskiftum og miðlum.

    Frælsi uttan mørk

    Elektrisk styrki við upp til 500 km koyristrekki og skjótari DC-ladding upp til 160 kW.

    Pláss, komfort og lætt atgongd

    Pláss og fleksibilitetur til 7 fólk, rúmligt bagasjurúm (upp til 1.815 l) og skjótt atgongd til triðju seturrøð – perfekt til bæði familju og frítíð.

  • Peugeot E-2008

    Peugeot E-2008

    Peugeot E-2008

    Peugeot i-Cockpit

    Sermerkta i-Cockpit sniðið fevnir um eitt lítið og smidligt ratt, eina 3D holografiska* digitala instrumenttavlu, sum tú kanst stilla, ein 10” HD touchskíggja** og elegantar “piano-knøttar”. * Treytað av útgerð ** Treytað av útgávu

    Bagasjurúm við eyka plássi

    Bagasjubotnur við 2 stillingarstigum er lættur at brúka. Tá ið aftara setrini verða feld niður, fært tú ein heilt slættan botn og eitt bagasjurúm upp til 1.467 litrar.

    Føraassistantsskipanir

    PEUGEOT Drive Assist Plus* – Parkeringshjálp við nýggjum HF-kameraum framman og aftan og 360° yvirliti** – Blindvinklaaðvísari – Sjálvvirkandi skift millum nær- og longljós** * Treytað av útgerð ** Treytað av útgávu.

    Advanced Grip-Control

    Sandur ella kava – uttan mun til hvørjum vegi, tú koyrir á, tryggjar Advanced Grip Control* í Peugeot 2008, at tú altíð hevur gott vegfesti. Og tá tú koyrir oman brattar brekkur, hjálpir Hill Assist Descent Control við at stýra ferðini. * Treytað av útgerð.

  • Peugeot E-3008

    Peugeot E-3008

    Peugeot E-3008

    Innan

    Ein elektriskur SUV, sum skarar framúr. Uppliv einastandandi sniðið, sum hevur tryggjað modellinum bæði viðurkenning og virðislønir.

    i-Cockpit

    Uppliv eina eleganta innrætting, har snið, komfort og tøkni ganga hond í hond. Fá atgongd til eksklusivar funktiónir sum millum annað nýggja Panorama i-Cockpit hevur at bjóða.

    Føraassistent skipanir

    Uppliv funktiónirnar, ið lyfta koyriupplivingina upp á eitt nýtt stig. Frá framkomnum koyrihjálparskipanum til snildar online loysnir.