Slag: Vørubilur

  • Opel Combo-e

    Opel Combo-e

    Innan

    Við høgum sitiplássi, nógvum goymslurúmi, snøggum stýrifunktiónum og stórari smidligheit hevur kabinan í nýggja Combo Cargo nógv at bjóða. Tú fært somu komfort sum í einari persónbili.

    Koyrikraft

    Combo hevur alt, sum tú hevur tørv á fyri at flyta fyritøkuna frameftir. Combo fæst við einum úrvali av kraftmiklum motorum, og innrættingin hevur hægstu komfort, brúkaravinarligheit og rúmd. Her fært tú ein vørubil við høgari góðsku – við snildum funktiónum og smidligum sniði.

    Trygd og snildar skipanir

    Nýggi Opel Combo er útgjørdur við IntelliLux® Matrix LED-forlyktum* í toppklassa, sum tryggjar besta ljósviðurskifti og sjálvvirkandi myrking, so tú ikki blendar mótkoyrandi ferðsluni. Við 14 einstøkum LED-segmentum og nýggjum sniði tryggjar IntelliLux®, at tú koyrir trygt – uttan mun til veður og ljósviðurskifti. *Treytað av útgersútgávu.

    Útgávur

    Nýggi Combo er sniðgivin til at passa til allar fyritøkur. Hann fæst í tveimum longdum – 4,4 m í standardútgávuni og 4,75 m í longu útgávuni við eyka vørurúmi. Í útgávuni við dupultkabinu er pláss fyri 5 persónum íroknað føraran.

  • Citröen Jumper Van

    Citröen Jumper Van

    Citröen Jumper Van

    Markant design

    Nýggi Jumper hevur fingið eitt nýtt snið, sum serliga sæst á framrøðini. Í kabinuni hevur nýggja instrumentborðið fingið betri brúkaravinaligheit og eitt vakrari snið.

    Optimerað komfort

    Við millum annað digitalari instrumentering*, adaptivum ferðapiloti*, bakkaramera* og einum heilt nýggjum 10″ infotainment-skipani* er bæði komforturin og upplivingin av kabinuni betrað. Betringarnar verða stuðlaðar av nýggju dagførdu førarahjálparskipanunum, sum økja um trygdina á vegnum. *Treytað av útgerðarstøði.

    Dagførdir motorar

    Vel millum tveir kraftmiklar motorar til tann nýggja Jumper: eina við 140 hestakreftum og eina heilt nýggja við heili 180 hestakreftum. Sum nakað nýtt kanst tú nú eisini fáa Jumper við einum 8-trins automatgirið, og harumframt verður ein 100% elektrisk útgáva nú eisini víst fram.

    Fleiri útgávur

    Tú kanst velja millum fleiri sløg, sum uppfylla tørvin hjá tínari fyritøku. Tað eru fleiri vektklassar at velja ímillum, tríggjar longdir og tríggjar hæddir við eini lastvolumi upp í 17 m³.*Treytað av útgerðarstøði.

  • Citröen jumpy

    Citröen jumpy

    Citröen jumpy

    Effektiv innlastingslongd

    Við Moduwork-loysnini kann Citroën Jumpy flyta lutir, sum eru upp til 4 metrar langir. Tá ið síðusetrið frammi verður lyft upp, letur ein lúka seg upp, og við sløttum gólvi ber lætt til at skumpa lastina inn í kabinuna gjøgnum hesa lúku. Eitt skríðtrygt net við síðuna av førarasetrinum hjálpir at halda lastina støðuga, og Moduwork forleingir lastlongdina við 1,16 m – so tú fært upp til 4 metrar nýtiliga longd í L3-útgávuni.

    Goymslurúm

    Tey mongu goymslurúmini eru snildt býtt út um alla kabinuna og gera tað lætt at halda títt koyrandi skrivstovupláss skipað og ruddiligt. Arbeiðsamboð og dagligir lutir eru altíð beint við hondina. Goymslumøguleikarnir fevna m.a. um stór hurðarrúm, ið røkka til 1,5L fløsku, goymslu undir síðusetrinum, eitt lukkað og køligt hanskahólf – og ikki minst nógv rúm ovast á instrumentbrettinum, sum er frítt atkomiligt.

    MyCitroën Play

    Við Mirror Screen kanst tú fáa appirnar frá fartelefonini, at síggjast á touchskíggjanum í vørubilinum. Tú nýtir ein kaðal til at tengja telefonina, og aktiverar síðan Mirror Screen-funktiónina á bilskíggjanum.

    Kabina við høgum komfortstøði

    Sum eitt arbeiðsamboð til gerandisdagin skal Jumpy vera so komfortabillur sum gjørligt. Tí hevur Citroën gjørt setrini serliga ergonomisk. Setrini kunnu stillast í hædd og longd, og geva eina behagliga koyristøðu – við høgari sætisposisjón, so tú hevur gott yvirlit yvir vegin. Eitt stig undir hurðini ger tað lættari at stíga inn í kabinuna. Nýt eisini løtuna í friði – við komfortglasvegginum, sum tryggjar framúr hitaeinangran.

  • Citroen Berlingo van

    Citroen Berlingo van

    Citroen Berlingo van

    Yvirlastaindikator

    Nyttulastin í Citroën Berlingo Van liggur millum 581 kg og 912 kg, alt eftir hvørja útgávu tú velur. Tú kanst eisini fáa bilin útgjørdan við yvirlastaindikatori, sum sigur frá, um tú fert út um nyttulastarmarkið á tínum Berlingo Van.

    Berlingo Van Worker

    Extenso®-kabinan við 3 setrum frammi, koyrandi skrivstovu og møguleika fyri at lasta long ting. Betrað vegfesti við Grip Control og Hill Assist Descent, hægri fríhædd (+30 mm) og stór hjól (690 mm) við Mud & Snow-dekkum. Nyttulastin er økt upp í 1.000 kg, og bilurin er útgjørdur við styrktum ljósum og goymsluringum í miðhædd.

    MyCitroën Play

    Við Mirror Screen kanst tú síggja appirnar frá fartelefonini á touchskíggjanum í vørubilinum. Tú setur fartelefonina til við einum kaðali og aktiverar síðani Mirror Screen-funktiónina á bilskíggjanum.

    Kabina við góðari dýpd

    Fyri at økja lastførsluna kann annað setrið dragast aftur, og netskila veggurin glíður aftanfyri setrini. Fyri at optimera rúmd og longd, kanst tú eisini leggja fremra síðu setrið aftur.

  • Peugeot Boxer

    Peugeot Boxer

    Peugeot Boxer

    Komfort og eginleikar

    Við nýggjari innrætting og betri orkunýtslu, livir Boxer upp til øll tíni krøv.

    Rúmlig og modulbygd innrætting

    Boxer hevur eitt innara rúm upp til 17 m³, eina lastførslu upp til 1.300 kg og fæst í fleiri útgávum. Tú kanst velja millum 6 ymiskar støddir – 3 longdir (L2, L3 og L4) og 3 hæddir (H1, H2 og H3) – við vørurúmi frá 10 m³ til 17 m³. Til serligar uppbygningar fæst Boxer eisini sum chassis við einkiltkabinu í 3 longdum og við dupultkabinu í 2 longdum.

    Adaptivur ferðpilotur og trygdarskipanir

    Peugeot Boxer er útgjørdur við øllum nýggjastu trygdar- og hjálparskipanunum. Harímillum koyribanasensor, framkomnari neyðbremsu og skiltiltkenning. Adaptivi ferðarpiloturin ger koyringina bæði lætta og trygga, tí hann heldur altíð ein tryggan frástøðu til bilin frammanfyri.

  • Peugeot Expert

    Peugeot Expert

    Peugeot Expert

    Førarapláss

    10″ infotainmentskipan í fullum litum kann tillagast, so tú sært tær týdningarmestu koyriupplýsingarnar. Miðsetti HD-skíggin við touch og Dynamic Surround View gevur tær beinleiðis yvirlit yvir umhvørvið rundan um bilin.

    Infotainment

    10″ infotainmentskipan í fullum litum kann tillagast, so tú sært tær týdningarmestu koyriupplýsingarnar. Miðsetti HD-skjárin við touch og Dynamic Surround View gevur tær eitt beinleiðis yvirlit yvir umhvørvið rundan um bilin.

    Smidlig innrætting og rúm

    Expert fæst við fleiri innrættingarloysnum, sum eru lagaðar til tín vinnubólk. – Skúvudyrrar gera tað lætt at lasta inn og úr – Vørurúm upp til 6,6 m³, lastføri upp til 1.384 kg og dráttarmegi upp til 1.000 kg.

    Betri hjálparskipanir

    Expert hevur allar nýggjastu trygdar- og koyrihjálparskipanir. Harímillum fartavmarkara, koyribanasensor og adaptivan ferðarpilot*, sum tryggjar støðugan frástøðu til bilin frammanfyri. Automatisk neyðbremsa, sum skilir bæði fólk til gongu og á súkklu, er genial til býarkoyring. Descend Control* saman við Grip Control* gevur støðuga og trygga koyring – uttan mun til undirlag. *treytað av útgerðarstøði ella fæst sum eykaútgerð *Afhænger af udstyrsniveau eller kan tilkøbes mod merpris

  • Peugeot Partner

    Peugeot Partner

    Peugeot Partner

    Optimerað i-Cockpit

    Peugeot i-Cockpit® í nýggju Partner er nú fullt útbygt við einum smidligum multifunktiónsstýri, 10″ touchskíggja og 100% digitalum instrumentborði. Á brúkaravinarliga skíggjanum sært tú allar týdningarmestu upplýsingarnar, so tú sleppur undan at hyggja burtur frá vegnum, meðan tú koyrir.

    10" HD touchskíggi

    Við stóra 10” touchskíggjan stýrir tú bæði ljóðskipan, TomTom 3D-navigatión, infotainmentskipan og Peugeot i-Connect Advanced. Við røddarstýring kanst tú brúka tær týdningarmestu funktiónirnar – á tínum egna máli. Og við USB-stikki tryggjar tú, at fartelefonin altíð er lødd.

    Smidligt rúm

    Peugeot Partner er kompaktur, nærlagdur og fæst í tveimum støddum: STANDARD við longd upp á 4,40 m og við upp til 3 setrum – ella LONG, sum er 4,75 m langur. Lastlongdin er upp til 4,4 m, lastførið upp til 1.000 kg og dráttarmegi upp til 750 kg. Tú kanst fáa hann innrættaðan við upp til 3 setrum, einari skriviplátu og einari lúku til serliga langa last.

    Betraðar hjálparskipanir

    Peugeot Partner er útgjørdur við øllum nýggjastu hjálparskipanunum. Harímillum ACC adaptivan ferðarpilot, sum tryggjar, at tú altíð heldur eina trygga frástøðu til bilin frammanfyri. Dynamic Surround Vision-skipanin letur teg síggja blindvinklar og sendir myndir beint á stóra 9,6” HD-skíggjan, sum tekur yvir fyri vanliga innara bakspegilin.