Starv hjá BergMotors

At arbeiða hjá Berg Motors

Fyri okkum er tað heilt avgerandi at skapa eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvið.

Fortreytin fyri at kunna veita kundum okkara ta góðu tænastuna, vit brenna fyri, er fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið eisini eru fakliga sterk. Tí eru møguleikarnir fyri at fáa spennandi og avbjóðandi royndir, og fyri fakligari menning, nógvir hjá okkum.

Hóast starvið júst til tín møguliga ikki er lýst leyst her á síðuni, vilja vit altíð frætta frá fólki, sum vilja gerast partur av okkum og vera við til at menna okkara góða arbeiðspláss.
Um tú ert áhugað/ur at arbeiða hjá okkum, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn. Vit goyma umsóknina, og seta okkum í samband við teg, um hóskandi starvsmøguleikar stinga seg upp.

Sjálvbodnar umsóknir kunnu sendast talgilt við at fylla umsóknarblaðið á hesari síðuni út, og viðfesta lívsrensl (CV), prógv o.a. Eisini ber til at senda okkum eina umsókn saman við CV umvegis teldupost á [email protected]

Við at senda okkum eina sjálvbodna umsókn játtar tú, at vit goyma tínar upplýsingar í 6 mánaðir.
Allar upplýsingar verða handfarnar í trúnaði.

Scroll to Top