Starvsfólk til Avis & Budget Bilútleigan

Vit leita eftir tænastusinnaðum fólki til avgreiðslu av viðsikiftafólki í samband við bilútleigan.

Hjá Avis & Budget ert tú partur av einum heimsumfatandi samtaki, har vit altíð taka eitt eyka tak fyri at veita viðskiftafólkum okkara ta bestu tænastuna.

Vit søkja eftir fólki til deild okkara á flogvøllinum. Talan er um eitt farloyvisstarv í uml. 1-1 ½ ár, við møguleika fyri leingjan/føstum starvi.

Vit vænta, at tú:

• hevur áhuga fyri kundatænastu og ferðafólki

• ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

• trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv og dagarnir eru fjølbroyttir

• ert fleksibul og trívist undir einum ávísum trýsti

Arbeiðið fevnir m.a. um:

• avgreiðslu av viðskiftafólki í samband við bilútleigan

• avgreiðslu av fyrispurningum umvegis teldupost og telefon

• klárgering av bilum tá ástendur

• ymiskt annað sum kann stinga seg upp

Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða:

• Fastlønt starv í skiftandi vaktum

• eitt áhugavert og fjølbroytt starv

• eitt spennandi og livandi arbeiðspláss

• møguleika at halda fram eftir at farloyvisstarvið er lokið

Krøv

Tú mást hava koyrikort til persónbil og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift, og hava góðar telduførleikar.

Starvstreytir

Starvið verður sett 1. mei, við byrjan av upplæring í apríl.

Starvið er fastlønt við støðið í 30 tímum um vikuna, tó kann væntast full tíð í háárstíð frá mei-sep.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni, eisini halgidagar. Arbeiðstíðin er tengd at flogferðsluni, og tí kann talan gerast um úrtíðararbeiði.

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at venda sær til Saroyu Dalsgarð á tlf. 224211 ella á avis@avis.fo

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv) og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til avis@avis.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 27. mars 2020.

Onnur tíðindi