Vit leita eftir tænastusinnaðum fólki til avgreiðslu av viðsikiftafólki í samband við bilútleigan.
Hjá Avis & Budget ert tú partur av einum heimsumfatandi samtaki, har vit altíð taka eitt eyka tak fyri at veita viðskiftafólkum okkara ta bestu tænastuna.
Vit søkja eftir fólki til deild okkara á flogvøllinum. Talan er um eitt farloyvisstarv í uml. 1-1 ½ ár, við møguleika fyri leingjan/føstum starvi.
Vit vænta, at tú:
• hevur áhuga fyri kundatænastu og ferðafólki
• ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv og dagarnir eru fjølbroyttir
• ert fleksibul og trívist undir einum ávísum trýsti
Arbeiðið fevnir m.a. um:
• avgreiðslu av viðskiftafólki í samband við bilútleigan
• avgreiðslu av fyrispurningum umvegis teldupost og telefon
• klárgering av bilum tá ástendur
• ymiskt annað sum kann stinga seg upp
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða:
• Fastlønt starv í skiftandi vaktum
• eitt áhugavert og fjølbroytt starv
• eitt spennandi og livandi arbeiðspláss
• møguleika at halda fram eftir at farloyvisstarvið er lokið
Krøv
Tú mást hava koyrikort til persónbil og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift, og hava góðar telduførleikar.
Starvstreytir
Starvið verður sett 1. mei, við byrjan av upplæring í apríl.
Starvið er fastlønt við støðið í 30 tímum um vikuna, tó kann væntast full tíð í háárstíð frá mei-sep.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni, eisini halgidagar. Arbeiðstíðin er tengd at flogferðsluni, og tí kann talan gerast um úrtíðararbeiði.
Hevur tú spurningar til starvið, ber til at venda sær til Saroyu Dalsgarð á tlf. 224211 ella á [email protected]
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv) og øðrum viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] Umsóknarfreistin er fríggjadagin 27. mars 2020.