Sølu­leiðari Søkist

Er tað tær, vit leita eftir?

Berg Motors sóknast eftir ágrýtnum søluleiðara, sum kann vera við til at seta enn meira ferð á sølutoymið hjá Berg Motors. Søluleiðarin gongur á odda, og fær starvsfelagarnar at ganga somu leið. Søluleiðarin samskipar alla søluna, og stingur út í kortið hvussu farast skal fram.

Sum søluleiðari hevur tað týdning, at tú brennur fyri tænastu og góðsku.

Tænastu, tí hjá Berg Motors er tænasta lyklaorðið. Málið er at veita kundunum slíka tænastu, at teir koma aftur og aftur. Sama um kundin keypir nýggjan bil, brúktan bil ella hevur latið bilin inn á verkstað okkara. Sama hvørja tænastu kundin keypir frá Berg Motors, skal tænastan verða í serflokki.

Góðsku, tí hjá Berg Motors selja vit góðsku bilar, sum eru fremstir á hvør sínum øki. Suzuki bilarnir eru álítandi sum ongin annar. Subaru bilarnir eru tryggir sum ongin annar. Og Aiways bilurin er nýskapandi sum ongin annar.

Berg Motors er ein fyritøka í menning. Stórar umbyggingar eru ávegis, og verður nýggi søluleiðarin partur av nýggja Berg Motors.

Sært tú teg í hesum leikluti? Skriva til mín ella støkk inn á gólvið til eitt prát.

Vit gleða okkum at hitta teg.

Saroya Dalsgarð, stjóri

Scroll to Top