Subaru Solterra
Nú er hann her.
Alt, sum eyðkennir Subaru merkið, er at finna í Solterra. Heimsførandi trygdarskipan, fult útgjørdur longu í grundútgávuni, og sjálvandi er hann eisini fýrahjólstrektur.
SPYR UM VINNULEASING
*aftaná MVG afturbering. Prísur við MVG: 519.990 kr.-
AWD
-
Regnsensor
-
18" aluminiumsfelgur
-
6 hátalarar
-
Sjálvvirkandi radarferðpilot
-
Apple Carplay/Android Auto
-
Skeltalesara
-
12,3" touch-skíggja
-
Navigatión
-
2-økis klimaanlegg
-
El-setur
-
Panoramaskerm

Førandi á fleiri økjum
Ein rimmarsterkur grundbygnaður og framkomin koyrihjálparskipan, sum gevur sítt íkast til eina heimsførandi trygd fyri øll inni í bilinum, og eisini fyri teimum uttanfyri bilin.
Fýrahjólstrekti Subaru er við til at tryggja, at bilurin hevur stýriførleikar sum fáur og vissar koyriførleikar við sera høgari koyrigleði.
Henta harðførni, nógva plássið og snildu skipanirnar, gera tað einfalt at fylla bilin við øllum frá tí minsta matpakkanum til rúgvismiklastu frítíðarútgerðina.


Hetta er nakað av tí, ið fleiri ættarlið av eigarum eru farin at vænta av einum Subaru bili. Og nú kanst tú fyri fyrstu ferð fáa allar hesar ágóðarnar í einum bili, sum er púra el rikin.
Hentur í gerandisdegnum og í frítíðini
Subaru hevur eitt rúmligt, hent og nýtslulætt goymslurúm við broytiligum gólvi í tveimum hæddum. Ein ovara hædd, sum tryggjar lastina við at fjala panelkantin, og samstundis ger botnin heilt flatan. Og ein lægri hædd, sum økir um djúpdina og loyvir eina lastarmongd upp til 452 litrar (VDA).
Fýrahjólstrekk við X-Mode sum standard
Við tveimum eins kraftmiklum elmotorum og eins langum akslum til hjólini á báðum síðum er eyðkenni hjá Subaru – hitt støðuga fýrahjólstrekkið – enn til staðar og effektivari enn nakrantíð.
Tann liniera orkumenningin í elmotorum sum reagerar í stundini, samhildið staðsetingini av fram- og bakhjólunum ger, at orkan verður javnt býtt til øll hjólini.
X-Mode er ein hjálpitelda, ið gevur tær betri hald á vegnum, og sum tillagar orkubýtið eftir undirlagnum, og hjálpur førarinum at minka ella vaksa um ferðina, tá tú koyrir í brekku, tá undirlagið er óslætt ella tá tað er hált.
Trygd er altíð standard í einum Subaru
Í umfatandi Subaru trygdini er millum annað eisini innbygdur annarstýrimaður, ella ein elektroniskur koyrihjálpari, sum á effektivan hátt hjálpir førarinum at halda fokus meðan koyrt verður.
X-Mode skrásetur og ávarar um vandar. Í neyðstøðu kann X-Mode leggja uppí fyri at sleppa undan samanstoyti við lutir sum standa í stað og sum flyta seg; íroknað fólk og djór – til dømis seyð.
Flestu funkurnar eru væl kendar. Tó eru onkrar nýggjar, snildar og hentar. Millum annað Safe Exit Assist, sum ávarar føraran um ikki at lata hurðina upp, um akfar ella súkkla nærkast aftanifrá.
Útsíða
Solterra hevur eitt sterkt sniðmál, sum tekur støði í siðbundnu Subaru-góðskuni, og sum vit kenna aftur á skapinum á sekskantaðu framrimunum. Ein long akslafrástøða, høg fríhædd og ein sjónligt lágur tyngdardepil vitnar um innandurða rúmligheitina, álítandi flytføri og tryggu koyrieginleikarnar.
Innsíða
Innsiðan er sniðgivin við eyga fyri at vera praktiskt, løtt og er við til at tryggja enn hægri trygd, umvegis koyrivælveru, nógv pláss og vísir førarinum eina álítlandi kenslu av tamarhaldi.
Hent goymslupláss, tráðleys løðing og samband við fartelefon umframt skynsamar valmyndir tryggja, at hvør túrur er ómakaleysur.








100% Subaru og 100% elektriskur
Hvørki tú ella tey komandi ættlarliðini nýtast at velja millum: Eyðkendu styrkirnar í einum Subaru ella eldrivið akfar.
Við Subaru fært tú bæði. Við tveimum elmotorum á 80kW hvør og Nm og battarímongd á 71,4 kWh bjóðar Solterra eina koyring uppá meira enn 400 km uppá eina løðing (WLTP). Tað er nóg mikið til tey flestu. Við einum 150 kW snarløðara, kann battaríið løðast frá 0-80% uppá 30 minuttir.
8 ára garanti uppá battaríið
Við einum garantiið uppá 8 ár / 160.000 km, fyri heili 70% mátt, er tú í tryggum hondum, tá tú keypur ein Subaru Solterra.

Ein Subaru er altíð væl útgjørdur
Solterra fæst í trimum útgerðsútgávum og í 7 ymsum litum. Alt, tú hevur lisið um, og mangt, mangt annað er íroknað sum standardútgerð í øllum útgávum. Solterra er el-bilurin sum framtíðartryggjar siðbundnu hentleikarnar og sereyðkennini hjá Subaru.







Vilt tú vera millum tey fyrstu at royndarkoyra Solterra?
- Ring á 31 35 35
- Skriva til [email protected]
- Kom inn til kaffi & prát á Staravegi 1