Subaru XV
SPYR UM VINNULEASING
-
EyeSight
-
AWD
-
Aut Gear
-
Apple Carplay / Android Auto
-
Activecurve ljós

Fullkomin – uttan mun til lendið
Eykaútgerðin hjá hinum er standard hjá Subaru. Uttan mun til, um tú koyrir á vegnum ella offroad, so fært tú sjón fyri søgn. Ein Subaru XV er óiva besta boðið til tann, ið ynskir ein kraftmiklan og kompaktan fýrahjólstrektan SUV.
Subaru XV er ein flokksvinnari í trygd. Uttan mun til, um túrurin gongur eftir oyggj, ella bara til handils, so kemur tú trygt og væl vegin fram í einum Subaru XV.
Altjóða stjørnur innan trygd
Málið hjá Subaru er at gerast heimsins tryggasti bilur. Eingin skal koma álvarsliga til skaða av- ella í einum Subaru. Tí Subaru XV hevur eins og Subaru Forester og Outback fingið toppkarakter í alheimsins trygdarroyndum.
Subaru XV hevur enntá sett nýtt met í trygd og fingið virðislønina 2016-2017 “Grand Prix Award” fyri hægst skrásettu karakter – nakrantíð – í JNCAP, ið er japanska útgávan av Euro NCAP.











Vil tú vita meira um bilin?
- Ring á 31 35 35
- Skriva til [email protected]
- Kom inn til kaffi & prát á Staravegi 1